Búreisingur - 15.07.1902, Blaðsíða 5

Búreisingur - 15.07.1902, Blaðsíða 5
Stutt yvirlit yvir elektrisítetina. 105 hampatráðin nevði hann í mongum buktum hongt upp unđir loftið við klonum silkitræðrum. Meðan royndin stóð uppá, slitnaði ein silkitráðurin; teir vinmenninir bundu nú ein klænan messingartráð í staðin og hildu, at elektrisitetin líka lítið kundi sleppa burtur eftir tí klæna messingartráðnum sum eftir tí klæna silkitráðnum; men ikki so brátt var messingartráðurin komin, so var tað ómoguligt at senda elektrisitet gjognum hampatráðin; hon fór altso fyrr gjognum hin klæna messingar- tráðin enn gjognum hin tjúkkara hampatráðin, og silkitráðurin leiddi als ikki elektrisitetina. Herav kann síggjast, at tingini ikki leiða elektrisitetina javnvæl. Gray býtti nú tingini í leiðarar og isolatorar. Men tað hevur seinri víst seg at vera beinari at tala um góðar og ringar leiðarar; tí tað er ikki nakað evni, sum heilt kann byrgja fyri elektrisitetini. Sum góðar leiðarar kann eg nevna allar málmar. kol, salt- blandað vatn. livandi vaxtra- og djórakroppar, lðrift og bumm- ull, sum ringar rav, harpeis, svávul, ebonit, vax, gla$. leður, ull. silki, fjoður, edulsteinar, turt træ og turr luft. Gray hevur eisini lagt til merkis, at táið ein leiðari, t. d. ein væl avrundað messingarstong' á einum lakk- ella glasskefti, nærkast einum elektriskum tingi. verður hann elektriskur; hvat sum var voldin at hesum. vilđi Gray ikki seta greinuligr framm, men talaði harum i duldum orðum. Har aftur ímóti hevur ein fransur Dufay (1734) givið eina frágreining, sum er blivin standandi til henda dag. Dufay heldur seg fyrst av sínum royndum at hava sætt, at oll elektrisk ting draga oll óelektrisk ting at sær, meðan oll elektrisk ting burtreka hvort annað. Men tað varđi ikki leingi, áðrenn hann mátti broyta henda hugsnarhátt; tí táið hann ein dagin gjordi royndir við einum petti av blaðgulli, sum hann fekk til at sveima í luftini, við at tað burtrakst av eini elektriskari glasstong, tað fyrst hevði nortið við, kom hann óvart til at nærka eina gníggjaða lakk- stong at blaðgullspettinum og sá tá, at tað var óføra sterkur atdráttur teirra millum. Her var altso atdráttur millum tvey elektrisk ting, og tað var nakað nýtt — eitt uppdagilsi. Um hetta skrivar Dufay sjálvur soleiðis: »Tað finnast tvey slog av elektrisitet, eitt, sum eg vil rópa glaselektri- sitet, og eitt annað, sum eg vil rópa lakkelektrisitet. Tað fyrra fæst við at gníggja glas, eđilsteinar, hár, ull o. a. m., og tað seinra við at gniggja rav, silki, lakk o. a. m. Tað

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.