Búreisingur - 15.07.1902, Blaðsíða 16

Búreisingur - 15.07.1902, Blaðsíða 16
G OYMSLAN í HAVN. Tað er ætlanin at biðja tað logting, ið nú á Ólavsoku kemur saman, um at lata 300 kr. til goymsluna í Havn. Av hesi grund og ■ eisini av teirri grund, at vit, ið goymsluna hava borið framm, i annan máta ætla at hava goymsluna á lofti á teirri nú tilstundandi Ólavsoku, haldi eg tað vera hóskandi beint nú i hesum »Búreisingi« at siga Føroyingum frá sogu goymslunnar. í Føringatíðindi fyri des. i8qo stendur grein við motto »Æra faðir og móðir« og við merki I (o: Jóannes bóndi í Kirkjubø). Greinin nevnir, hvussu nógv í oðrum londum verður gjort fyri at goyma oll sjónlig minni frá fórntíðini, hvussu stór hús har verða bygd til at savna slíkt saman í. Og er greinskrivarin forharmaður yvir, at >mangt smávegis sjaldsamt, og ikki lítið av dýrgripum bæði av silvri og gulli, sum áður hevur verið í mongum góðum bóndahúsi« uppi í Føroyum nú mestapartin er »reinskað burtur og ført til útlond- ini« bæði av Føringum og donskum og ángilskum monnum, sum av fólkinum hava keypt alskyns »sjaldsamt fæ«; og heldur greinskrivarin tí, at »tann stundin nú er komin til handa, at vit mugu royna at halda uppá tað, ið vit hava, so at eingin letur gamlan slektararv frá sær, utan at so skuldi verið, at tað fekst í lag at draga nógv slíkt saman uppá eitt pláss her á landinum, okkara eftirkomarum til gagn og gleði« og heldur hann tað vera sømiligari, »um tað av gomlum, sum fólk v i 1 d u skilt seg við, var samlað í eina forngripagoymslu á okkara egna landi«. Og uppaftur sigir hann: »Førjar eru eitt lítið og eitt fátækt land og Føringar hava fingið lítið av dýrgripum í arv frá teimum gomlu. Tó kundi tað borið á, at onkur í tíðini kundi roynt at fingið saman nakað av tí sindr- inum, sum er, og givið tað okkara eftirkomarum til ogn og óðal«.

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.