Búreisingur - 15.07.1902, Blaðsíða 1
STUTT YVIRI.IT
YVIR
El. EKTRISITETINA.
(Av Rasmus Rasmussen.)
a.
Tlin kann á okkara dogum ney van lesa hitt vesæligasta dags-
blað utan at bera saman við tey undurverk — stór sum
smá — ið valdast av einari natúrkraft, sum nevnist »elektri-
sitet«. Her norðuri í okkara einsliga veroldarhorni er tað, sum
vónir kunnu vera til, fátt við kunleika til hesa merkiligu
elektrisitetina, sum kann veita monnum mangt, ið teimum
nýtist: ljós. varma. arbeiði o. a. m. Men gongur alt sum tað
skal, mann tað ikki vara mansævi, áðrenn tær góðskur,
elektrisitetin veitir, koma at Føroyalandi.
Meiningin við hesi grein (og oðrum um sama evni, sum
eg seinri ætli at biðja »Búreising« hýsa) er, um tað tá kundi
eydnast mær, at leggja framm fyri lesarnar nakrar av teim
rásum, elektrisitetarvitskapurin hevur gingið av fyrstu tíð og
upp móti tjúgunđu old, so at vit á virðisligan hátt kunđu
tikið móti teim fruktum, hesin sami vitskapur hevur lønað
smum dyrkarum við, táið tær eina ferð bjóðast okkum.
»Hovdu nú teir, sum livdu fyri hundrað árum síðan,
sætt aftur í verðina, nakað bilsnir hovdu teir tá verið«. So-
leiðis verður ofta tiltikið manna millum. Og tað er satt.
»Men«, kunnu vit spyrja, »hvat er størsta atvolđin í, at heim-
urin er sum umskapaður í hesum hunđrað árunum?« Og tá
má svarast, at tað, at menniskjan hevur lært at nýta guvu-
kraftina, er hovuðsatvoldin í hinum kropsliga og har av til
víst mark eisini í hinum andaliga framburðinum á nítjandu
old. Tað eru nú vónir til, at heimurin ikki minni vil um-
skapast á tjúgundu old, og at størsta atvoldin verður tann, at
menniskjan til gagns lærir at nýta hina elektrisku kraftina.
8