Búreisingur - 15.07.1902, Page 1

Búreisingur - 15.07.1902, Page 1
STUTT YVIRI.IT YVIR El. EKTRISITETINA. (Av Rasmus Rasmussen.) a. Tlin kann á okkara dogum ney van lesa hitt vesæligasta dags- blað utan at bera saman við tey undurverk — stór sum smá — ið valdast av einari natúrkraft, sum nevnist »elektri- sitet«. Her norðuri í okkara einsliga veroldarhorni er tað, sum vónir kunnu vera til, fátt við kunleika til hesa merkiligu elektrisitetina, sum kann veita monnum mangt, ið teimum nýtist: ljós. varma. arbeiði o. a. m. Men gongur alt sum tað skal, mann tað ikki vara mansævi, áðrenn tær góðskur, elektrisitetin veitir, koma at Føroyalandi. Meiningin við hesi grein (og oðrum um sama evni, sum eg seinri ætli at biðja »Búreising« hýsa) er, um tað tá kundi eydnast mær, at leggja framm fyri lesarnar nakrar av teim rásum, elektrisitetarvitskapurin hevur gingið av fyrstu tíð og upp móti tjúgunđu old, so at vit á virðisligan hátt kunđu tikið móti teim fruktum, hesin sami vitskapur hevur lønað smum dyrkarum við, táið tær eina ferð bjóðast okkum. »Hovdu nú teir, sum livdu fyri hundrað árum síðan, sætt aftur í verðina, nakað bilsnir hovdu teir tá verið«. So- leiðis verður ofta tiltikið manna millum. Og tað er satt. »Men«, kunnu vit spyrja, »hvat er størsta atvolđin í, at heim- urin er sum umskapaður í hesum hunđrað árunum?« Og tá má svarast, at tað, at menniskjan hevur lært at nýta guvu- kraftina, er hovuðsatvoldin í hinum kropsliga og har av til víst mark eisini í hinum andaliga framburðinum á nítjandu old. Tað eru nú vónir til, at heimurin ikki minni vil um- skapast á tjúgundu old, og at størsta atvoldin verður tann, at menniskjan til gagns lærir at nýta hina elektrisku kraftina. 8

x

Búreisingur

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.