Búreisingur - 15.07.1902, Blaðsíða 28

Búreisingur - 15.07.1902, Blaðsíða 28
RØÐ A hildin á fundinum á Viðareiði, t. 13. juli 1902. ,TVTikið kann umskipast á mansins ævi«, segði gamli Gotu- ■LA Tróndur á sinni, og tað kann væl vera, at hann uppá sítt vís hevði rætt, táið hann segði tað. Men óivað er tað, at vit, sum nú búgva i Føroyum, og sum hava hoyrt um tær tíðir og tey kor, okkara fornfedrar livdu í og undir, at vit hava javngóðan. ja kanska betri rætt til at brúka orðtakið »mikið kann umskipast á mansins ævi«. Og satt at siga — illa hevði verið skikkað hjá tí fólki og tí landi, hvar tað orðtakið ikki kundi sigast av sonnum. Tí tað vildi gjórliga sýnt tað fólkið, sum búði á tí landi, sum eitt sovandi fólk, ella sum eitt fólk, eingin stimbur og alvi var í. Men tað kann hann ikki við rottum nú siga um Før- oyafólk — tað er einki sovandi fólk, men tað er alvi og stimbur í Føroyafólki enn sum áður. Hyggja vit okkum aftur um bak, og minnast vit á tíðina í Føroyum fyri 100 árum síðan, hvussu tá á mangan hátt stóð til her á okkara landi, kunna vit tá ikki við rottum siga: mangt, ja ógviliga mangt er umskipað i hesu ioo árini bæði í ein og annan máta, og tó er Føroyaland enn tað sama, og Føroyafólk er enn tann dagin í dag Føroyafólk, um enn ikki tað sama í sinni og í skinni sum í teirri tíðini. Sum Henrik Ibsen sigir í rímuni um Terja Vigen: ». . . i Landet var Misvæxt og Nød, den fattige sulted, den rige led Savn, to kraftige Arme var ingen til Gavn, for Doren stod Sot og Død« — so kunnu vit eisini siga: i líka máta hjá okkum. Einans handil var i óllum landinum, og ofta var hann illa undirgjðrdur, men nú er handil so at siga á hvórjum

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.