Búreisingur - 15.07.1902, Blaðsíða 23
Goymslan í Havn.
123
oynna, og funnu vit nógvar, dýrar lutir, fyrst og fremst hin
gamla føroyska vevin. Síðan fór eg einsamallur til Suðuroyar
og leitaði í hvorjari bygd; har var tó næstan sørt av gomlum.
Táið eg so í fjor heyst fór niður aftur, átti goymslan o. u.
300 lutir. Av oðrum, sum tá hovdu strevast fyri goymsluni.
skal eg serliga nevna Henriette Hognesen í Oyndarfirði;
hon vann einsamóll goymsluni 42 lutir. Eisini Lars Peter
Toftegaard, tá lærari í Gotu. má nevnast; og Sigrid
Lutzen í Klaksvik. Einkult onnur hava tikið í við.
Men tá var eisini bæði tann peningur, ið logtingið hevði
givið, og tann peningur, sum goymslunevndin hevði fingið
uppá annan máta, brúktur. Og so hevði goymslan enntá
drigið slculd uppá seg.
Men nú vilja lesarnir spyrja, hvat hesir 300 lutir vóru
fyri nakað. Og eg skal royna i fáum orðum at geva fólki
hylling á tí.
Lat okkum fyrst taka sjógvin: Goymslan fær skjótt
eitt av teim gomlu, ullintu, heimavovnu seglunum, ið Før-
ingar brúktu, áðrenn skákseglið kom; so eru hampasnøri
(við snøristóli). ullintir teymar, svanaleggir (at blása
kýkar við), bævur (at reka stórhvalir burt við), saman-
bundnir myntar, ið nýttust í staðin fyri bævur. I.at okkum
so frá sjónum fara til hús og síggja, hvat har er av reiðskapi
og amboðum. Vit síggja tá fyrst hin gamla føroyska
vevin (hovuðsluturin hjá goymsluni) og hvat hartil hoyrir
sum vevskeiðir, og ting, sum eru vovin á honum sum t. d.
seingj aklæðir, fínt klæði, konuskjúrt, eitt ógviliga
vakurt klæði við mynstri í. Síðan síggja vit hvít, vakurt
baldýrað vest, topphúgvur, stavnhettur, gamlar hattar,
og strimlakýsar. trýstykkiskýsar, kappakýsar og
aðrar kýsar, kápur, brøkur. br ú dgó m sle gh old * *), oyra-
skógvar; so síggja vit ein br ú ðrarn áttk appa, ein kraga.
ið hoyrdi til brúðrarstakkin (brúðrarstakkurin mann ikki fáast
longur), brúðrarlívbond, eitt brúðrarsjal og ein av-
skeðskappa **). Síðan finnast vakrir ringar, knappar
og maljur, spennir, stakkarnálir og leinkjur; og síðan
ymsir formar, sum knappaformar, maljuformar (av træi
*) Brúđgómsleghaldið fór brúdgómurin í út yvir tær hvítu hosurnar, táið tað
regnaði; tað var tá nakað sum »gamaskur« nú á dogum.
*|e) Avskeðskappan bar brúðurin avskeðsdagin ella fráfaringardagin.