Búreisingur - 15.07.1902, Page 23

Búreisingur - 15.07.1902, Page 23
Goymslan í Havn. 123 oynna, og funnu vit nógvar, dýrar lutir, fyrst og fremst hin gamla føroyska vevin. Síðan fór eg einsamallur til Suðuroyar og leitaði í hvorjari bygd; har var tó næstan sørt av gomlum. Táið eg so í fjor heyst fór niður aftur, átti goymslan o. u. 300 lutir. Av oðrum, sum tá hovdu strevast fyri goymsluni. skal eg serliga nevna Henriette Hognesen í Oyndarfirði; hon vann einsamóll goymsluni 42 lutir. Eisini Lars Peter Toftegaard, tá lærari í Gotu. má nevnast; og Sigrid Lutzen í Klaksvik. Einkult onnur hava tikið í við. Men tá var eisini bæði tann peningur, ið logtingið hevði givið, og tann peningur, sum goymslunevndin hevði fingið uppá annan máta, brúktur. Og so hevði goymslan enntá drigið slculd uppá seg. Men nú vilja lesarnir spyrja, hvat hesir 300 lutir vóru fyri nakað. Og eg skal royna i fáum orðum at geva fólki hylling á tí. Lat okkum fyrst taka sjógvin: Goymslan fær skjótt eitt av teim gomlu, ullintu, heimavovnu seglunum, ið Før- ingar brúktu, áðrenn skákseglið kom; so eru hampasnøri (við snøristóli). ullintir teymar, svanaleggir (at blása kýkar við), bævur (at reka stórhvalir burt við), saman- bundnir myntar, ið nýttust í staðin fyri bævur. I.at okkum so frá sjónum fara til hús og síggja, hvat har er av reiðskapi og amboðum. Vit síggja tá fyrst hin gamla føroyska vevin (hovuðsluturin hjá goymsluni) og hvat hartil hoyrir sum vevskeiðir, og ting, sum eru vovin á honum sum t. d. seingj aklæðir, fínt klæði, konuskjúrt, eitt ógviliga vakurt klæði við mynstri í. Síðan síggja vit hvít, vakurt baldýrað vest, topphúgvur, stavnhettur, gamlar hattar, og strimlakýsar. trýstykkiskýsar, kappakýsar og aðrar kýsar, kápur, brøkur. br ú dgó m sle gh old * *), oyra- skógvar; so síggja vit ein br ú ðrarn áttk appa, ein kraga. ið hoyrdi til brúðrarstakkin (brúðrarstakkurin mann ikki fáast longur), brúðrarlívbond, eitt brúðrarsjal og ein av- skeðskappa **). Síðan finnast vakrir ringar, knappar og maljur, spennir, stakkarnálir og leinkjur; og síðan ymsir formar, sum knappaformar, maljuformar (av træi *) Brúđgómsleghaldið fór brúdgómurin í út yvir tær hvítu hosurnar, táið tað regnaði; tað var tá nakað sum »gamaskur« nú á dogum. *|e) Avskeðskappan bar brúðurin avskeðsdagin ella fráfaringardagin.

x

Búreisingur

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.