Búreisingur - 15.07.1902, Blaðsíða 26
Goymslan í Havn.
126
fundin, ið Halkjer prestur gjorđi á Viðareiði (hópin av leirreið-
skapi), sum varð sendur niður, á myntfundin í Sandi, ið fór
saraa vegin, á tann fundín, teir fyri fáum árum síðan gjordu
í Skopun (húsagrundin hjá Alvi bónda *), men sum misfórst,
á ein stóran fund, teir fyri tveimum árum síðan gjordu á eini
húsagiund á Viðareiði, sum smádreingirnir fingu at spæla við
og tveita burtur, o. s. fr.
Enn vil eg so greiða frá, hvat eg síðan í fjor heyst
havi gjort fyri goymsluni.
Ein partur av tí, sum Boeg hevði samlaú, fór á fram-
sýningina i Paris igoo. Afturkomið til Keypmannahavnar fór
tað inn á goymsluna har. Eg gekk so í heyst á tal við kul-
tusministarin um at fáa hetta heim aftur til Føroya og ráddi
hann mær til at fáa eitt bønarbræv frá goymsluni i Havn
um hetta. Skrivaði eg so upp tii Rasmus háskúlalærara, sum
brátt sendi bønarbræv niður; við tí fylgđi skrivilsi fra amt-
manninum, ið mælti til at fremja bønarbrævið. Eg fór upp-
aftur inn fyri kultusministarin við hesum, og at endanum varð
bøn okkara játtað, og eg fekk upp við mær í summar hesar
lutir, ið hovdu vitjað Paris. Milium teirra er eitt prýðiligt
drekkjuhorn frá árinum 1654, sum harri Clæmint i Todnesi
hevur átt; men serliga skal nevnast ein fráskila væl útskorin
pipustokkur.
Eisini ein annan flokk av goymslulutum hevði eg upp
við mær: eina samling av steintólum frá teirri donsku
steintíðini, sum eg fekk frá tí goymsluni, ið »akademiið« (stór-
skúlin) í Sorø eigir.
Eitt og annað er eisini komið aftrat frá ymsum oðrum.
Eg hugsi, vit nú strevast ímóti at eiga einar 400 lutir. Ras-
mus háskúlalærari hevur víst seg at vera ein heppin stýris-
maður, so væl vit hava silt hetta árið undir honum.
Skal eg siga hugsan mína um, hvat okkum mest tarv-
ast, sum standurin nú er, so er tað, umframt at eiga inenn, ið
hugagóðir vilja leita gamalt framm, hetta: 1) einhvorsvegna
at byggja borð fyri teim útlenđingum, ið enn á hvorjum ári
draga gamalt úr landinum, 2) einhvorsvegna at útvirka, at teir
fundir, ið gerast í jórðini, ikki sleppa at misfarast, 3) at fáa
okkum ein »agent« niðri í Keypmannahavn til at lofta teimum
*) Fyrr á đogum búði í Skopun ein bóndi, ið nevnist Álvur bóndi. Eftir
hansara deyða var Skopun aftur óbygd.