Búreisingur - 15.07.1902, Qupperneq 5
Stutt yvirlit yvir elektrisítetina.
105
hampatráðin nevði hann í mongum buktum hongt upp unđir
loftið við klonum silkitræðrum. Meðan royndin stóð uppá,
slitnaði ein silkitráðurin; teir vinmenninir bundu nú ein klænan
messingartráð í staðin og hildu, at elektrisitetin líka lítið kundi
sleppa burtur eftir tí klæna messingartráðnum sum eftir tí
klæna silkitráðnum; men ikki so brátt var messingartráðurin
komin, so var tað ómoguligt at senda elektrisitet gjognum
hampatráðin; hon fór altso fyrr gjognum hin klæna messingar-
tráðin enn gjognum hin tjúkkara hampatráðin, og silkitráðurin
leiddi als ikki elektrisitetina. Herav kann síggjast, at tingini
ikki leiða elektrisitetina javnvæl. Gray býtti nú tingini í
leiðarar og isolatorar. Men tað hevur seinri víst seg at
vera beinari at tala um góðar og ringar leiðarar; tí tað er
ikki nakað evni, sum heilt kann byrgja fyri elektrisitetini.
Sum góðar leiðarar kann eg nevna allar málmar. kol, salt-
blandað vatn. livandi vaxtra- og djórakroppar, lðrift og bumm-
ull, sum ringar rav, harpeis, svávul, ebonit, vax, gla$. leður,
ull. silki, fjoður, edulsteinar, turt træ og turr luft. Gray hevur
eisini lagt til merkis, at táið ein leiðari, t. d. ein væl avrundað
messingarstong' á einum lakk- ella glasskefti, nærkast einum
elektriskum tingi. verður hann elektriskur; hvat sum var
voldin at hesum. vilđi Gray ikki seta greinuligr framm, men
talaði harum i duldum orðum. Har aftur ímóti hevur ein
fransur Dufay (1734) givið eina frágreining, sum er blivin
standandi til henda dag. Dufay heldur seg fyrst av sínum
royndum at hava sætt, at oll elektrisk ting draga oll óelektrisk
ting at sær, meðan oll elektrisk ting burtreka hvort annað.
Men tað varđi ikki leingi, áðrenn hann mátti broyta henda
hugsnarhátt; tí táið hann ein dagin gjordi royndir við einum
petti av blaðgulli, sum hann fekk til at sveima í luftini, við
at tað burtrakst av eini elektriskari glasstong, tað fyrst hevði
nortið við, kom hann óvart til at nærka eina gníggjaða lakk-
stong at blaðgullspettinum og sá tá, at tað var óføra sterkur
atdráttur teirra millum. Her var altso atdráttur millum tvey
elektrisk ting, og tað var nakað nýtt — eitt uppdagilsi.
Um hetta skrivar Dufay sjálvur soleiðis: »Tað finnast
tvey slog av elektrisitet, eitt, sum eg vil rópa glaselektri-
sitet, og eitt annað, sum eg vil rópa lakkelektrisitet. Tað
fyrra fæst við at gníggja glas, eđilsteinar, hár, ull o. a. m.,
og tað seinra við at gniggja rav, silki, lakk o. a. m. Tað