Fróðskaparrit - 01.01.1965, Page 13

Fróðskaparrit - 01.01.1965, Page 13
Víkingabústaður í Seyrvági 21 V Úrslit. Nærri tíðarfesting av hesum heldur lítla tilfari er neyvan gjðrlig, men kortini man sumt vísa á leið, og tá serliga húsini sjálv. Tey upprunaligu húsini hava ivaleyst verið um 14,5 m long og okkurt um 4,5 m breið eggklingrut holl við ífyllingar- veggjum og við stórum langeldi í miðjuni. Eitt húsaslag og ein byggiháttur, sum var eyðkendur og sera vanligur í víkingaold í ollum Norðurlondum, og eisini hjá okkum, her bestu domini eru hollirnar í Kvívík1 og í Fuglafirði3. Munurin er bara tann, at tær standa niðri við sjóarmálan, meðan henda stendur hogt í tí gamla bonum, eins og húsini í Syðrugotu2, sum, tó at tey hava annað snið, helst eisini skuldu verið víkingaaldarbústaður. Fyri víkingaold tala eisini flestu leirílátabrotini (gripaskrá, fundnummar 11, 42 og 48), og summir av handsnældurennlu- num til domis fundnummar 22. Vert er at geva gætur, at henda holl, eins og tær í Kvívík og Fuglafirði, vendur norður og suður við suðurendanum móti sjónum; hetta kann vera tilvild, men tað kann hin vegin vera serligur siður her í Foroyum í víkingaold. Hollin tykist brend í grund, og síðan bygd aftur á sama staði; tó nú við smærri rúmum eysturúr og suðurúr teimum upprunaligu veggjunum. Harafturat er rúm skilað frá í norð- ara parti. Og soleiðis mega vit hugsa okkum, at húsini hava staðið í miðóldini. Hvussu leingi vita vit ikki, men fyri tí, at tey eru heilt gloymd, er væl hugsandi, at her hevur verið bygt langt upp í tíðina. Hvórt sum er, týdningur teirra er fyri okkum fram um alt tann, at hesin fundur gevur okkum prógv um víkinga- og mið- aldarbúseting í Seyrvági, og at henda búseting hevur sama dám, sum vit nú hava kunnleika um í óðrum bygdum her á landi í somu tíðarskeiðum.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.