Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1968, Blaðsíða 19

Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1968, Blaðsíða 19
135 Nr. 67. 29. november. KEGLUGEKÐ fyri Káfiskaprísnevndina. 8 1. Nevndin er sett eftir iøg- tingslóg nr. 18 av 9. mei 1968. f nevndini sita 5 limir valdir soleiðis: Ráfiskakeyparar velja 2 limir og útróðrafelpgini 2, hesr 4 limirnir velja í felag 5. limin, sum er formaður; um so er, at meiriluti ikki er fyri vali av 5. liminum, verður hann uppnevnđur av sorinskrivaran- um. Formaðurin má hvørki vera ráfiskakeypari ella limur í útróðrafelag. Hvørt árslok fer nýval fram av limum og eiga partarnir samstundis at velja tiltaks- mann. Kann limur ikki møta, boðar hann tiltaksmanninum frá. § 2. Nevndin hevur til uppgávu at seta prísin á ráfiski, ið verð- ur landaður í Føroyum. Hesin prísur er ein minstiprísur, so- leiðis at skilja, at tá keypt verður, má ikki lægri prísur enn hesin verða latin, og ikki má verða roknað við lægri prísi í avrokningini til mann- ingina enn hesum. § 3. Prísásetingin verður bert fyri fyrsta floks fisk, og tað er «in fyritreyt, at allur fiskur er fult blóðgaður. Nevnđin setur serstakan prís fyri hesi fiskasløgini: tosk, longu, brosmu, upsa, kalva, hýsu, skøtu, kongafisk eins og fyri livur og rogn. Ta netto úrtøku, sum keyp- arin fær burtur úr slógvi, verð- ur nevndin eisini at taka við, tá ið prísurin verður ásettur. Nevndin avger í hvørjum einstøkum føri eftir bestu ætl- an, um ráfiskaprísurin skal set- ast út frá ísfiska-, flaka- ella salt- og klippfiskaprísi. Frá hesum grundprísum ▼erða gjørdir frádráttir fyri framleiðslukostnað, heruppií útreiðslur fyri frakt, emballagu, foymslu v. ø. Nevndin ásetur ráfiskaprás fyri hesi avgreiðslustøð: A) Klaksvík, Hvannasund. Norðdepil, Skálafjørður, Gøtu, Lorvík, Fuglafjørður, Eiði, Nólsoy, Tórshavn, Vestmanna, Sørvág, Mið- vág, Tvøroyri og Vág. B) Fyri tey avreiðingarpláss, sum ikki eru nevnd undir punkt A), verður prísurin tann sami, sum fyri punkt A) við frádrátti av flutn- ingskostnaði til og frá av- skipingarhavn. Ráfiskaprísurin verður ym- iskur eftir sløgum og stødd. Um ivamál er um góðskuna, tekur vrakieftirlitið avgerð. Prísirnir verða lýstir í bløð- unum. § 4. Fyri at nevndin kann hava fullgott grundarlag undir prís- ásetanini samb. § 3, hevur nevndarformaðurin við hjálp av nevndarskrivaranum skyldu til frá mánað til mánað at fáa íil vega og ajourføra allar teir upplýsingar, ið tørvur er á, og kunngera hesar upplýsingar fyri nevndini, tá ið hon er sam- an, smbr. § 6. Allir, ið her á landi, ið út- flyta fiskavørur, eitt nú FØr- oya Fiskasøla, Føroya Útflutn- ingssamtøka og privatir útflyt- arar, hava skyldu til at geva prísásetingarnevndini allar upplýsingar, ið nevndin krevur eksportprísum og søluavtalum viðvíkjandi. Nevndarlimir hava tøgnskyl- du úteftir, tá ið dómsnevndin er undantikin, smbr. g 5. § 5. Heldur ráíiskakeyparafelag- ið ella útróðrafelag, at nevndin ikki hevur grundað sína avgerð sum tilskilað í § 3, kimnu fel- øgini skjóta avgerðina inn fyri eina dómsnevnd við 3 limum. f nevndina velja ráfiskakeypara- felagið 1 og útróðrafeløgini 1, báðir hesir skulu vera sakfør- arar, sorinskrivarin er 3. lim- urin, og er hann formaður. Dómsnevndin ger bindandi av, um prísurin ella prísimir eru giundaðir sum framman- fyri tilskilað. Kemur hon til tað úrslitið, at so ikki er, hev- ur ráfiskaprísnevndin skylđu til beinanvegin at taka prísin

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.