Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1968, Blaðsíða 14

Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1968, Blaðsíða 14
130 Nr. 65. 18. november. REGLUGERÐ um læru og próvtøku til Skiparaprógv. Við heimild í løgtingslóg nr. 8, 19. mars 1954, við seinni broytingum um sjómansskúla og sjómanslæru fyrisetur lands- stýrið fylgjandi: A. Hesin kunnleiki krevst í teim tilskilaðu lærugreinum. 1. Føroyskt. Skriva eina fyrisøgn um vanligt evni við toluliga hampuligari skrift, uttan stórvegis villur. 2. D a n s k t. Sama sum fyri føroyskt. 3. E n s k t. Hampuligur le- stur á enskum og umset- ing til føroyskt úr lesi- etykkjum lisin á læru- skeiðinum. Duga at skilja tekst og leiðbeining, ið stendur á enskum sjó- kortum, vitalistum og sjóvarfalskortum. Kenna ensku nøvnini á vanlig- um fiskasløgum, fiski- reiðskapi og skipaútgerð. 4. a)Siglingar lær a. (Na- vigatión). Tað sama sum kravt verður til h e i m a s k i p- a r a r o y n d, og er hetta: a) Stuttgreitt yvirlit og kunnleiki til boganet á jørðini. Knøttstøða við breidd og longđ. Kumpas- Jinjur, misvísing, devia- tión. Drift og streym. Stuttgreint yvirlit yvir sjókort og teir upplýsing- ar, sjókort geva. Duga at etaðfesta pláss við ýti, bering og fráleika. Duga at seta kós og finna ko- mustað við útseting av kós og strekki (distance). At finna deviatión við bering av ýti. Duga at nýta Konsolkort. Stutt- greinđan kunnleika til hesi siglingartól: kum- pas, beringstól (eisini til radiobering), logg, dýpis- metarar. Serliga tey tóL ið vanliga verða nýtt 1 smærri førum. Harafturat: b) Gjøllari kumileika til sjókort og nýtslu teirra. Leiðarrokning (bestikk), sekstant, meira um mag- netismu, đeviatión, mag- netkumpas og siglingar- tól í størri førum. c) Himnalikan, sólstøðu og stjørnur. Tann geocentriska him- nakúlan og boganet hen- nara — Ækvator — og Horisontboganet —. Her- undir kunnleiki til hesar koordinatar: norður- og suðurleiki (declination), vesturleiki (SHA-siđe- areal hour angle), tíma- vinkul (LHA-local houi' angle), hædd (altitude) og bering (Azimut) him- nalikama. Duga at nýta álmanakk- ar, azimuttabellir, og í minsta lagi eitt H. O. ta- bellverk til at útrokna staðarlinju við hæddar- máta. Tíð, tíðarmeting, klokkutíðir. At kanna og rokna breiddarstig við hágongu (kulminatión) av sól og stjørnu. At staðfesta knøttstøðu við hjálp av astronom- iskum observatiónum av sól og stjømu. Til útrok- ning av hesum staðarlinj- um verður nýttur hædd- armátin (einshæddar- cirklar). At kanna deviatión við bering av sól, tekna de- vitión í strikumynd (de- viatiónskurva), og skri- va đevitiónstabell. Skipsdagbók. Dagbóks- hald. At kunna nýta flóð- og fjørutabellir og sjóvar- falskort, vitalistar, loðs- bøkur og siglingarleið- beiningar (saíling direc- tions). d) At đuga at nýta og røkja vanlig nautisk tól: kum- pas, beringstól, sekstant, logg (strekkmetara), kronometur, dýpismet- ara, decca og loran. «) Eitt sindur av kimnleika til R a d a r og duga at týða radarmynd og at

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.