Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1968, Síða 14
130
Nr. 65. 18. november.
REGLUGERÐ
um læru og próvtøku til
Skiparaprógv.
Við heimild í løgtingslóg nr.
8, 19. mars 1954, við seinni
broytingum um sjómansskúla
og sjómanslæru fyrisetur lands-
stýrið fylgjandi:
A.
Hesin kunnleiki krevst í
teim tilskilaðu lærugreinum.
1. Føroyskt. Skriva eina
fyrisøgn um vanligt evni
við toluliga hampuligari
skrift, uttan stórvegis
villur.
2. D a n s k t. Sama sum fyri
føroyskt.
3. E n s k t. Hampuligur le-
stur á enskum og umset-
ing til føroyskt úr lesi-
etykkjum lisin á læru-
skeiðinum. Duga at skilja
tekst og leiðbeining, ið
stendur á enskum sjó-
kortum, vitalistum og
sjóvarfalskortum. Kenna
ensku nøvnini á vanlig-
um fiskasløgum, fiski-
reiðskapi og skipaútgerð.
4. a)Siglingar lær a. (Na-
vigatión).
Tað sama sum kravt
verður til h e i m a s k i p-
a r a r o y n d, og er hetta:
a) Stuttgreitt yvirlit og
kunnleiki til boganet á
jørðini. Knøttstøða við
breidd og longđ. Kumpas-
Jinjur, misvísing, devia-
tión. Drift og streym.
Stuttgreint yvirlit yvir
sjókort og teir upplýsing-
ar, sjókort geva. Duga at
etaðfesta pláss við ýti,
bering og fráleika. Duga
at seta kós og finna ko-
mustað við útseting av
kós og strekki (distance).
At finna deviatión við
bering av ýti. Duga at
nýta Konsolkort. Stutt-
greinđan kunnleika til
hesi siglingartól: kum-
pas, beringstól (eisini til
radiobering), logg, dýpis-
metarar. Serliga tey tóL
ið vanliga verða nýtt 1
smærri førum.
Harafturat:
b) Gjøllari kumileika til
sjókort og nýtslu teirra.
Leiðarrokning (bestikk),
sekstant, meira um mag-
netismu, đeviatión, mag-
netkumpas og siglingar-
tól í størri førum.
c) Himnalikan, sólstøðu og
stjørnur.
Tann geocentriska him-
nakúlan og boganet hen-
nara — Ækvator — og
Horisontboganet —. Her-
undir kunnleiki til hesar
koordinatar: norður- og
suðurleiki (declination),
vesturleiki (SHA-siđe-
areal hour angle), tíma-
vinkul (LHA-local houi'
angle), hædd (altitude)
og bering (Azimut) him-
nalikama.
Duga at nýta álmanakk-
ar, azimuttabellir, og í
minsta lagi eitt H. O. ta-
bellverk til at útrokna
staðarlinju við hæddar-
máta. Tíð, tíðarmeting,
klokkutíðir. At kanna og
rokna breiddarstig við
hágongu (kulminatión)
av sól og stjørnu.
At staðfesta knøttstøðu
við hjálp av astronom-
iskum observatiónum av
sól og stjømu. Til útrok-
ning av hesum staðarlinj-
um verður nýttur hædd-
armátin (einshæddar-
cirklar).
At kanna deviatión við
bering av sól, tekna de-
vitión í strikumynd (de-
viatiónskurva), og skri-
va đevitiónstabell.
Skipsdagbók. Dagbóks-
hald.
At kunna nýta flóð- og
fjørutabellir og sjóvar-
falskort, vitalistar, loðs-
bøkur og siglingarleið-
beiningar (saíling direc-
tions).
d) At đuga at nýta og røkja
vanlig nautisk tól: kum-
pas, beringstól, sekstant,
logg (strekkmetara),
kronometur, dýpismet-
ara, decca og loran.
«) Eitt sindur av kimnleika
til R a d a r og duga at
týða radarmynd og at