Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1968, Blaðsíða 18

Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1968, Blaðsíða 18
134 Nr. 66 26. november. KUNNGEKÐ um đag- og tímapening á tænastuferS og útiviSbót. Eftir § 44 í løgtingslóg nr. 31 frá 18. mai 1961 um løn tæn- astumanna landsins verður fylgjandi fyrisett: § 1. Stk. 1. Tænastumaður, sum ger tænastuferð longri burtur enn 4 km frá tænastustaðnum, fær dag- og tímapening innan- fyri somu kommunu. Stk. 2. Tænastustaðið er, um annað er ikki fyrisett, arbeiðs- staðið, ið ávíst er tænastuman- ninum (skrivstova, tollbúð, út- skiftingarbygd o.t.), soleiðis at 4 km markið verður roknað haðani. Stk. 3. Dagpeningur verður roknaður fyri hvørt samdøgur, sum viðkomandi er burtur- staddur. Fyri minni enn sam- døgur verður tímapeningur roknaður fyri hvønn ásettan tíma, tó ikki útyvir dagpening fyri samdøgur. Stk. 4. Náttviðbót verður veitt fyri at hava ligið nátt bur- tur frá tænastustað, um inni- vist er ikki ávíst honum av yv- irvaldi. Stk. 5. Leiðandi tænastu- menn á hægstu lønarstigum kunnu eina ferð taka at ferðast fyri dag- og tímapening ella eftir rokning. Fyri tænastuferð uttan fyri Føroyar kann dag- og tímapeningur setast upp uppí 100% ella útreiðslurnar at gottgerast eftir rokning. Tænastumaður eigur ikki at fara á tænastuferð uttanfyri Føroyar uttan eftir avtalu við landsstýrið. Stk. 6. Full útiviðbót verður veitt upp í 28 dagar, fyri longri tíð verður viðbótin sett niður. Stk. 7. Fær tænastumaður úti kost og innivist rindað av landskassanum eftir nærri fyri- settum treytum, tilkemur hon- um ikki đag- og tímapening. § 2. Av dag- og tímapeningi skal tænastumaður rinda kostarhald og innivist o. t., meðan útreið- slur av ferðapeningi við skipi, bili o. t. verða goldnar eftir rokning. § 3. Stk. 1. Eftir frammanfyri til- akilaðu reglum verður dag- og tímapeningur fyrisettur soleið- ís: Tímapeningur ........ kr. 1,57 Fullur dagpeningur „ 29,75 hertil verður veitt náttarviðbót .......... „ 39,45 Viðbót við fullum dag- peningi 1., 2., 3. og 4. dag sama stað........ „ 11,10 Lækkaður dagpening- ur, heruppií náttvið- bót .................... 35,40 Av hesum náttviðbót „ 13,90 Stk. 2. Viðbót fyri 1., 2., 3. og 4. dag sama stað verður bert veitt, um tænastumaður hevur rætt til đagpening, heruppií til dagpening umskrivaðan tíma- pening. § 4. Reglurnar, sum her eru fyri- settar fyri tænastumenn, eru eisini galdandi fyri honorarlønt starvsfólk i tænastu landsins. § 5. Henda kunngerð kemur í gildi frá 1. december 1968, og samstundis fer kunngerð nr. 56 frá 17. december 1965 úr gildi. Hetta verður gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 26. novem- ber 1968. K. Djurhuus løgmaður J. Djurhuus

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.