Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1968, Síða 18
134
Nr. 66 26. november.
KUNNGEKÐ
um đag- og tímapening á
tænastuferS og útiviSbót.
Eftir § 44 í løgtingslóg nr. 31
frá 18. mai 1961 um løn tæn-
astumanna landsins verður
fylgjandi fyrisett:
§ 1.
Stk. 1. Tænastumaður, sum
ger tænastuferð longri burtur
enn 4 km frá tænastustaðnum,
fær dag- og tímapening innan-
fyri somu kommunu.
Stk. 2. Tænastustaðið er, um
annað er ikki fyrisett, arbeiðs-
staðið, ið ávíst er tænastuman-
ninum (skrivstova, tollbúð, út-
skiftingarbygd o.t.), soleiðis at
4 km markið verður roknað
haðani.
Stk. 3. Dagpeningur verður
roknaður fyri hvørt samdøgur,
sum viðkomandi er burtur-
staddur. Fyri minni enn sam-
døgur verður tímapeningur
roknaður fyri hvønn ásettan
tíma, tó ikki útyvir dagpening
fyri samdøgur.
Stk. 4. Náttviðbót verður
veitt fyri at hava ligið nátt bur-
tur frá tænastustað, um inni-
vist er ikki ávíst honum av yv-
irvaldi.
Stk. 5. Leiðandi tænastu-
menn á hægstu lønarstigum
kunnu eina ferð taka at ferðast
fyri dag- og tímapening ella
eftir rokning. Fyri tænastuferð
uttan fyri Føroyar kann dag-
og tímapeningur setast upp
uppí 100% ella útreiðslurnar at
gottgerast eftir rokning.
Tænastumaður eigur ikki at
fara á tænastuferð uttanfyri
Føroyar uttan eftir avtalu við
landsstýrið.
Stk. 6. Full útiviðbót verður
veitt upp í 28 dagar, fyri longri
tíð verður viðbótin sett niður.
Stk. 7. Fær tænastumaður
úti kost og innivist rindað av
landskassanum eftir nærri fyri-
settum treytum, tilkemur hon-
um ikki đag- og tímapening.
§ 2.
Av dag- og tímapeningi skal
tænastumaður rinda kostarhald
og innivist o. t., meðan útreið-
slur av ferðapeningi við skipi,
bili o. t. verða goldnar eftir
rokning.
§ 3.
Stk. 1. Eftir frammanfyri til-
akilaðu reglum verður dag- og
tímapeningur fyrisettur soleið-
ís:
Tímapeningur ........ kr. 1,57
Fullur dagpeningur „ 29,75
hertil verður veitt
náttarviðbót .......... „ 39,45
Viðbót við fullum dag-
peningi 1., 2., 3. og 4.
dag sama stað........ „ 11,10
Lækkaður dagpening-
ur, heruppií náttvið-
bót .................... 35,40
Av hesum náttviðbót „ 13,90
Stk. 2. Viðbót fyri 1., 2., 3.
og 4. dag sama stað verður bert
veitt, um tænastumaður hevur
rætt til đagpening, heruppií til
dagpening umskrivaðan tíma-
pening.
§ 4.
Reglurnar, sum her eru fyri-
settar fyri tænastumenn, eru
eisini galdandi fyri honorarlønt
starvsfólk i tænastu landsins.
§ 5.
Henda kunngerð kemur í
gildi frá 1. december 1968, og
samstundis fer kunngerð nr. 56
frá 17. december 1965 úr gildi.
Hetta verður gjørt kunnugt.
Føroya landsstýri, 26. novem-
ber 1968.
K. Djurhuus
løgmaður
J. Djurhuus