Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1996, Blaðsíða 4

Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1996, Blaðsíða 4
8 semi verður steðgað. § 8. Lívstryggingarvirksemi kann ikki í sama felag verða saman við øðrum tryggingarvirksemi. Tó kann sama felag hava endurtrygging av lívstrygging og aðrari trygging. Stk. 2. Føroya Landsstýri kann áseta nærri reglur um avmarkingina millum lívstryggingarvirksemi og annað tryggingarvirksemi. Stk. 3. Verður broyting gjørd í avmarkingini mill- um lívstryggingarvirksemi og annað tryggingarvirk- semi, kann eitt tryggingarfelag, sum higartil hevur kunna havt samlaða virksemið í sama felag, halda áfram við hesum. Eftirlitið kann áseta nærri treytir fyri hesum. § 9. Eitt tryggingarfelag skal hava loyvi (konsess- ión) ffá Føroya Landsstýri og Eftirlitinum at reka tryggingarvirksemi. Stk. 2. Einans feløg, hvørs stovnarar kunnu skjal- prógva, at parta- ella ábyrgdarpeningurin, jbr. §§ 14, stk. 1, § 25 og § 27, stk. 1 er føroyskur, kunnu fáa loyvi (konsessión). Stk. 3. Føroya Landsstýri ásetir í kunngerð nærri reglur um próvførslu o.a. viðvíkjandi ognarviður- skiftunum í samband við tann í stk. 2 nevnda parta- ella ábyrgdarpening. Stk. 4. Føst ogn, skip, motorakfør, lógbodnar tryggingar, lívstryggingar, eftirlønargrunnar sam- bært kapittul 21 og 22, og annar tryggingarbarur váði í Føroyum, ið er knýttur at føroyskum áhuga- málum, kann ikki verða tryggjaður aðrastaðni, men einans í teimum í stk 1 og 2 nevndu feløgum, tó við undantaki av tryggingarváða av skipum við tilhoyr- andi manning, útgerð og reiðskapi, sum eru skrásett umdir FAS-skipanini og teimum undantøkum, sum fylgja av § 1, stk. 2. Stk. 5. Undantikin reglunum í stk. 4 eru trygg- ingaráhugamál, ið hoyra undir danska ríkið. Stk. 6. Um tey í stk. 1 og 2 nevndu feløg ikki ynskja at átaka sær eina trygging, verða reglumar í stk. 4 ikki at nýta. Stk. 7. Aðrenn loyvi verður givið og skráseting er farin fram, kann felagið ikki tekna tryggingar. Hen- da regla er tó ikki til hindurs fyri, at tað, við stovnan av einum sínámillum tryggingarfelag fyri eyga, fer fram tekning av limum, um so er, at tryggingará- byrgdin ikki tekur við og tryggingargjald ikki verður kravt, áðrenn felagið er skrásett. Stk. 8. Við fráboðan um loyvi ella broytingar í loyvi sendir Eftirlitið vegna Føroya Landsstýri og Eftirlitið samstundis avrit av loyvinum til føroyska skrásetingarmyndugleikan. Føroyski skrásetingar- myndugleikin skrásetir loyvisdagin. Stk. 9. Eftirlitið kann afturkalla loyvi hjá einum felag, um tað ikki hevur verið nýtt í 2 ár ella meira. § 10. Eftirlitið kann nokta einum tryggingarfelag loyvi, um ein limur í stjóm ella nevnd tryggingar- felagsins: 1) verður mettur ikki at hava nóg góðar royndir at hava yrkið ella starvið, 2) er dømdur fyri revsiverd viðurskifti, og tað framda grundar ein nærliggjandi vanda fyri misnýt- slu av yrkinum ella starvinum, ella 3) í yrkinum ella starvinum hevur havt eina slíka framferð, at orsøk er at halda, at viðkomandi ikki fer at røkja yrkið ella starvið á tryggan hátt. Stk. 2. Loyvi kann hammframt verða noktað, um teir í kapitli 4 nevndu ognarar verða mettir at vilja arbeiða ímóti einum fullgóðum rakstri av felagnum. § 11. Eitt tryggingarfelag kann ikki verða skrásett hjá tí føroyska skrásetingarmyndugleikanum fyrr enn Føroya Landsstýri og Eftirlitið hava givið loyvi. § 12. Navnið á einum tryggingarfelag skal týðiliga lýsa, at felagið er eitt tryggingarfelag. Onnur feløg v.m. kunnu ikki í teirra nøvnum ella tá tey venda sær til almenningin nýta orð, ið em egnað til at elva ta fatan, at tey reka tryggingarvirksemi. Stk. 2. Eitt sínámillum tryggingarfelag skal í sín- um navni hava orðini "sínámillum felag", ella stytt- ingar av hesum, ella á annan hátt týðiliga tilskila fel- agsins eginleika sum sínámillum felag. Reglumar í § 153 í lóg um partafeløg verða at nýta samsvarandi. Kapittul 3 Stovnan av tryggingarfeløgum. § 13. Stovningarskjalið skal umframt tað, sum er nevnt í § 5 í partafelagslógini, hava reglur um, hvønn stovnamir hava í uppskoti til nevnd, stjóm og grannskoðarar fyri felagið. Stk. 2. Fyri sínámillum feløg skal stovningar- skjalið eisini hava tilskilan um: 1) ábyrgdina hjá limum og ábyrgdamm fyri skyl- dum felagsins og hvussu limir og ábyrgdarar ábyrg- jast sínámillum, 2) felagið skal kunna taka við endurtrygging uttan sínámillum ábyrgd, og 3) ábyrgdarpeningurin skal bera rentu, og tá sam- bært hvørjum reglum. § 14. Partapeningurin skal inngjaidast í reiðum pen- ingi. Eftirlitið kann tó loyva, at inngjalding hendir í øðmm virðum enn peningi (apportinnskot). Stk. 2. Við umsóknini til Eftirlitið sambært stk. 1, 2. pkt. skal fylgja tann í § 6 a, stk. 1 í partafelags- lógini nevnda metingarfrásøgn. Stk. 3. Stovningarskjalið skal hava upplýsing um umsóknin sambært stk. 1, 2. pkt. er latin Eftirlitin- um. Um loyvi longu er fingið frá Eftirlitinum, skal loyvið og treytimar fyri loyvinum verða endurgivnar í stovningarskjalinum. Stk. 4. Um Eftirlitið ikki gevur loyvi til tað app- ortinnskot, sum søkt er um, kann stovningarskjalið ikki verða undirskrivað. Er stovningarskjalið longu

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.