Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1996, Blaðsíða 27

Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1996, Blaðsíða 27
31 og innan bólk 3 við grundarlagi í limagjaldi og ren- tuinntøkum. Stk. 5. Innan september mánaði er úti letur Eftir- litið hvørjum einstøkum tryggingarfelag v.m. frá- boðan um støddina á tess gjaldi, og skal hetta verða goldið innan álmanakkaárið er úti. Eftirlitið hevur pantingarrætt fyri gjøldini. Stk. 6. Tey tryggingarfeløg, ið koma undir regl- umar í § 123 skulu gjalda eina upphædd uppá 50 prosent av teirri sambært reglunum í stk. 1-4 útrokn- aðu upphædd, tó í minsta lagi 400 kr. árliga. Stk. 7. Utreiðslurnar av einari grannskoðan, sum Eftirltitið hevur sett í verk, kann áleggjast felagnum av Eftirlitinum, ið ásetir støddina á grannskoðannar- samsýningini. § 167. Tryggingarfeløg og teir eftirlønargrunnar, ið henda lóg fevnir um, verða skrásettir hjá tí føroyska skrásetingarmyndugleikanum. § 168. Móttøka av samanleggingarætlanum, klovn- ingarætlanum og metingarfrágreiðingum sambært § 14, stk. 2 og § 16 og eisini § 33, stk. 1 og § 41 í partafelagslógini skal Eftirlitið beinanvegin lata kunngera í tí í Føroyum til almennar lýsingar góð- kenda blað, og tær eru hereftir atkomuligar fyri al- menningin. Tann Føroyski Skrásetingarmyndugleik- in skal beinanvegin kunngera skrásetingar í tí í Før- oyum til almennar lýsingar góðkenda blað, og eru eftir hetta atkomuligar fyri almenningin. § 169. Leggur Føroya Landsstýri sínar heimildir eft- ir lógini til Eftirlitið, kann landsstýrið áseta reglur um kærurætt, heruppií at kærur ikki kunnu leggjast fyri hægri umsitingarligan myndugleika. § 170. Avgerðir, sum Eftirlitið ella tann Føroyski Skrásetingarmyndugleikin hevur tikið sambært lóg- ini, ella reglum gjørdar við heimild í lógini, kunnu verða lagdar fyri eina kærunevnd, sum er sett av Føroya Landsstýri, í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað viðkomandi. Stk. 2. Føroya Landsstýri kann gera avtalu við ídnaðarmálaráðið um, at tær í stk. 1 nevndu avgerðir kunnu verða lagdar fyri "Industriministeriets Er- hvervsankenæ vn". Stk. 3. Verður ein avgerð, sum Eftirlitið hevur tikið um, at felagið skal fara í avtøku, ella tess trygg- ingarmongd verða tikin undir umsiting umgjørd, skal tann Føroyski Skrásetingarmyndugleikin bein- anvegin skráseta hetta. Eftirlitið skal, um felagið eigur fasta ogn, síggja til neyðuga tinglýsing. Kapittul 26 Endurreisingarætlanir og aðrar fyriskipanir § 171. Er grundarfæfeingið hjá einum tryggingarfel- ag ikki nóg stórt, skal Eftirlitið krevja, at felagið ger eina ætlan fyri endurreising av tess fíggjarligu støðu og leggja ætlanina fyri Eftirlitið til metingar av, um ætlanin hevur tey tiltøk, ið verða mett at verða neyð- ug- Stk. 2. Um so er at: 1) grundarfæfeingið í einum tryggingarfelag er minni enn ein triðingur av tí útroknaða gjaldføris- breddanum, ella 2) grundarfæfeingið í einum tryggingarfelag er minni enn tann við atliti at slagi av virksemi ásetta minstuupphædd, ella 3) tað grundarfæfeingi hjá lívstryggingarfeløgum, ið samsvarar einum triðingi av tí útroknaða gjald- førisbreddanum, viðvíkjandi minni enn helvtini er samansett av fylgjandi: inngoldnum parta- ella á- byrgdarpeningi, helvtini av ikki inngoldnum parta- ella ábyrgdarpeningi, stovnsgrunni, lógásettum til- tøkum, ið ikki samsvara við skyldur ella fluttum yvirskoti, ella 4) tann við atliti at slagi av virksemi fyri lívs- trygging ásetta minstaupphædd, ikki einans er sam- ansett av teimum í nr. 3 nevndu lutunum, skal ætlan felagsins stevna at eini endurstovnan av tess fíggj- arligu støðu yvir eitt styttri tíðarskeið, ið Eftirlitið ásetir. Stk. 3. Hevur felagið sambært lógini lagt eina rakstrarætlan fyri Eftirlitið, tekur Eftirlitið, um so er, at fíggjarliga støðan hjá felagnum er versnað í mun til hesa ætlan, avgerð um tær fyriskipanir, ið eru neyðugar, og kann heruppií krevja, at ein nýggj rak- strarætlan verður gjørd fyri 3 tey næstu árini. § 172. Eftirlitið krevur, at eitt lívstryggingarfelag innan eina freist, sum Eftirlitið ásetir, skal gera tær fyriskipanir, ið verða mettar neyðugar, um so er, at 1) felagið ikki heldur hesa lóg, ella sínar viðtøkur, 2) felagið víkir frá tí grundarlagi, sum er galdandi fyri tess virksemi 3) Eftirlitið ikki metir, tað í nr. 2 nevnda grund- arlag ella tann hátt, sambært hvørjum ognir felagsins eru settar, at vera tryggjandi, 4) tað vísir seg, at tann til rindan av lívstrygging- arburturleggingum avsetta ogn ikki er tryggjandi, ella 5) felagsins fíggjarliga støða er versnað soleiðis, at áhugamálini hjá teimum tryggjaðu eru í vanda. Stk. 2. Eru tær kravdu fyriskipanimar ikki gjørdar innan ásettu freistina, og verður undanlátið mett at viðføra vanda fyri tey tryggjaðu, kann felagsins lívs- tryggingarmongd verða tikin undir umsiting sam- bært kapittul 14. Stk. 3. Ein lívstryggingarmongd skal verða tikin undir umsiting um tað vísir seg, at tað innan ta sam- bært stk. 1 ásettu freist ikki verður gjørligt at útvega tann til rindan av lívstryggingarburturleggingunum neyðuga pening. Stk. 4. Fer eitt felag í avtøku, kann Eftirlitið taka avgerð um, at felagsins lívstryggingarmongd skal verða tikin undir umsiting. Stk. 5. Metir Eftirlitið, at tað, tá tryggingar- mongdin er tikin undir umsiting, eisini fer at verða

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.