Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1996, Blaðsíða 5

Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1996, Blaðsíða 5
9 undirskrivað, tá sýting Eftirlitsins verður fráboðað, førir hetta við sær, at stovningarskjalið fellur burtur. Stk. 5. Stovnandi aðalfundur kann ikki verða hil- din, fyrr enn avgerð Eftirlitsins sambært stk. 1, 2. pkt. er til skjals. Stk. 6. Reglumar í stk. 1-5 verða at nýta samsvar- andi í samband við fæfeingishækkan. Stk. 7. Um eitt stovningarskjal ikki hevur upp- lýsing sum nevnt í stk. 3, 2. pkt., verður stk. 3 at nýta samsvarandi á tekningarlistum. § 15. Verður felagið stovnað við tí fyri eyga at yvir- taka eina verandi tryggingarfyritøku ella yvirtaka eina tryggingarskipan frá øðrum tryggingarfelag, skal tað vera lýst í stovningarskjalinum, við tilskilan um uppskot til sáttmála um avhending av trygging- arskipanini er gjørd. § 16. Fær felagið ognarvirðir frá einum stovnara, á- byrgdara ella einum partaeigara í fømm, ið § 6 c í partafelagslógini fevnir um, skal tað góðkennast av Eftirlitinum. Tann í § 6 a í partafelagslógini nevnda metingarfrásøgn skal verða send Eftirlitinum. § 17. Viðtøkumar skulu umframt tað, sum ásett er í § 4 í partafelagslógini hava reglur um umsiting av peningi felagsins, roknskapargreiðslu og um býtið av ársyvirskoti. Stk. 2. Viðtøkumar hjá sínámillum feløgum skulu eisini hava reglur um: 1) hvussu limir og ábyrgdarar bera ábyrgd fyri skyldum felagsins, og hvussu limir og ábyrgdarar ábyrgjast sínámillum, 2) felagið skal kunna yvirtaka endurtrygging uttan sínámillum ábyrgd, og 3) ábyrgdarpeningurin skal bera rentu, og um so er, eftir hvørjum reglum. § 18. f seinasta lagi samstundis við fráboðanina um skráseting hjá tí føroyska skrásetingarmyndugleik- anum skal felagið lata inn umsókn um loyvi til Før- oya Landsstýri og Eftirlitið. Við umsóknini skal fyl- gja stovningarskjalið og onnur skjøl, sum em gjørd í samband við stovningina, og skulu hesi vera fmm- skjøl ella avrit váttað av stýrinum, og eisini skal váttað úrskrift úr førdu gerðabók á stovnandi aðal- fundinum fylgja við. Stk. 2. Umsókn um loyvi skal hava eina rakstrar- ætlan, sum felagið hevur gjørt fyri tað virksemi, sum felagið ætlar sær at reka. Føroya Landsstýri ásetir gjøllari reglur um upplýsingar, sum skulu vera í rak- strarætlaninini, og um áramál. Stk. 3. Umsókn um loyvi skal hammframt hava upplýsingar um øll, sum beinleiðis ella óbeinleiðis eiga í minsta lagi 10 prosent av fæfeinginum ella at- kvøðurættindunum ella ein fæfeingislut, ið gevur møguleika fyri at fremja stóra ávirkan á trygging- arfelagsins rakstur og eisini um støddina á fæfeing- islutinum hjá hesum ognamm. Stk. 4. Eitt loyvi skal hava upplýsing um tað tryggingarvirksemi, sum felagið kann inna. Føroya Landsstýri ásetir gjøllari reglur um innihaldið ann- ars í loyvinum. Stk. 5. Hevur Eftirlitið ikki, innan 6 mánaðir eftir móttøkuna av umsókn um loyvi, givið ummæli um umsóknina, kann felagið leggja málið fyri dómstól- amar. § 19. Tøkniliga gmndarlagið v.m. hjá einum lívs- tryggingarfelag, skal fráboðast Eftirlitinum f sein- asta lagi samstundis við, at gmndarlagið v.m. verður tikið í nýtslu. Sama er galdandi fyri einhvørja seinri broyting í nevndu viðurskiftum. Fráboðanin skal hava tilskilan um 1) gmndarlagið fyri útrokningini av tryggingar- gjøldunum og lívstryggingarburturleggingum, 2) teir tryggingarformar, sum felagið ætlar at nýta, 3) reglur fyri útrokning og býti av yvirskoti til tryggingartakamar og onnur, sum hava rættindi sambært tryggingaravtalunum, 4) felagsins meginreglur fyri endurtrygging, 5) reglur fyri upplýsingar, sum tey tryggingar- søkjandi skulu lata til metingar av váðanum, 6) reglur fyri útrokning av afturkeypsvirðinum og tryggingarfrískjølum og 7) reglur, sambært hvørjum eftirlønarskipanir við leypandi útgjaldingum, sum em teknaðar ella avtal- aðar sum tvungnar skipanir í einum tryggingarfelag ella einum eftirlønargmnni kunnu verða fluttar frá ella til felagið í samband við flytan í annað starv. Stk. 2. Eftirlitið kann áseta nærri reglur um tey viðurskifti, ið nevnd em í stk. 1. § 20. Tey fráboðaðu viðurskiftini skulu vera tryggj- andi og rímilig mótvegis tí einstaka tryggingartak- aranum og øðmm, sum hava rættindi sambært trygg- ingaravtalunum. Stk. 2. Tær fráboðaðu reglumar fyri útrokning av yvirskoti, jbr. § 19, stk. 1, nr. 3 skulu vera neyvar og greiðar og skulu føra til eitt rímiligt býti. Stk. 3. Tryggingargjøldini fyri nýteknaðar trygg- ingar skulu vera nóg stór, soleiðis at tryggingarfel- agið kann lúka sínar skyldur, uttan at tørvur verður á skipaðum og varandi tilflutningi av øðmm ognum. Stk. 4. Tann ella teir rentusatsir, ið verða lagdir til grandar fyri útrokningini av lívstryggingarburtur- leggingunum, skulu verða valdir við vami. Stk. 5. Teir hagfrøðiligu útrokningarpartamir og útreiðslupartamir skulu verða valdir við vami. Stk. 6. Eftirlitið kann seta nærri reglur um tey í stk. 1-5 nevndu krøv. Stk. 7. Um krøvini í stk. 1 -5 ella reglur givnar við heimild í hesi lóg ikki em lokin, skal Eftirlitið krev- ja, at lívstryggingarfelagið ger tær neyðugu broyt- ingamar sambært teimum í § 19 fráboðaðu viður- skiftum innan eina freist, sum Eftirlitið ásetir. Aset- ingin í § 172 verður at nýta samsvarandi.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.