Fróðskaparrit - 01.01.2006, Blaðsíða 8
6
EIN UPPRUNAFRØÐILIG TILHUGSAN
Niðurstøðan var, at á ávísum menning-
arstigi ræður tað einfalda tilmunarliga ástøð-
ið, at tað, sum er, tað er, og tað sum ikki er,
men kann hugsast, tað “var.”
Avljóð
Indogermanska sagnorðabendingin er tann
sterka avljóðabendingin. Tær ótaldu øldir-
nar, síðan hon varð til, eru avljóðini vorðin
alt fløktari, men upprunaliga vóru tey rætti-
liga einføld.
Sum dømi kunnu vit seta upp gongdina
í 3 teimum fyrstu avljóðarøðunum úr indo-
evropiskum til føroyskt:
indoevropiskt
1. ei oi i
2. eu ou u
3. en on n
frumnorrønt
1. ii ai i
2. iu au u
3. in an n
fornnorrønt
1. í ei i
2. jú/jó au u/o
3. en an un
føroyskt
1. í ei [ai] i (bíta)
2. jú/jó/ú/ó — ey — u-o (flúgva, skjóta)
3. en an — un
(brenna)
Hini indoevropisku avljóðarøðini vóru:
3. ex-ox-x x = m/n/l/r + hjáljóð
(skelva, nerta)
4. ex-ox-ex-x' x = m/n/l/r +
sjálvljóð (nema, bera)
5. ex-ox-ex-x x = onnur hjáljóð
(drepa)
6. ox-ðx-x (fara)
7. ex-ðx tvífaldanarsagnorð úr
ymsum avljóðaflokkum (gráta)
Sum tað sæst, ganga e og o aftur framman
fyri sjálvljóð ella stavilsiberandi hjáljóð í at
kalla øllum avljóðarøðum í indoevropisk-
um: e í tí avljóðastiginum, sum gjørdist okk-
ara navnháttur og nútíð, boðsháttur, hugs-
háttur og nútíðar lýsingarháttur (e-stig), og
o í tí, sum varð okkara tátíð eintal (o-stig).
í tí avljóðastiginum, sum gjørdist okkara
tátíðar lýsingarháttur/luttøkuháttur (perfekt-
um participium/supinum) og í flestum førum
eisini í tátíð fleirtali, stendur tað ljóð, sum
gongur ígjøgnum alt avljóðaraðið, einsamalt
(/jw//-stig).
Ymisk ástøði hava verið roynd til at
greiða, hvussu avljóðini eru íkomin. Ragn-
vald Iversen umrøðir í síni Norrøn gram-
matikk null-stigið sum eitt snið, har ið /e/
ella /o/ er burturdottið. Tað má tó heldur
kunna roknast sum rímiligt skilvísi at ætla,
at avljóðsinnskoytini eogo (annaðhvørt so
upprunin er herðing, ljóðleinging ella ann-
að) eru komin aftur at upprunaljóðinum til
at geva orðinum víðkað innihald, - við
øðrum orðum: at tað avljóðsstigið, sum á
okkara máli myndar lýsingarhátt/luttøkuhátt
(participium/supinum - t.e. lidna, perfekt-
iva, tíð) og tátíð i fleirtali (t.e. eina samtøka,
kollektiva, tátíð), er tað upprunaliga - helst
eitt upprunaligt, bendingarleyst orðsnið.
Ein niðurstuða
Hetta, at upprunaligi sagnorðsstovnurin í
indogermanskum man vera tann, sum hjá