Fróðskaparrit - 01.01.2006, Blaðsíða 9
AN ETHYMOLOGICAL HYPOTHESIS
7
okkum merkir samtøka tátíð ella lidna tíð,
leiðir okkum sostatt aftur til tann einfalda
tilmunarliga tátíðarleikan, til ”í gjár.”
Ella øðrvísi tikið samanum: Á ífumkend-
um stigi (frummáli eins og nútíðar bama-
máli) varð og verður okkurt tátíðarsnið nýtt
til at siga frá, hvat ið hevur hent ella sum
kann hugsast.
Ein upprunafrøðilig tilhugsan
Eitt og hvørt móðurmál hevur rímiliga sín
uppmna í at vera borið ætt eftir ætt alt frá tí,
at fyrstu menniskju orðaðu ljóð til samskift-
is (um enn fólkasløg ferð eftir ferð hava skift
frá einum móðurmáli til annara).
Semja tykir vera málfrøðinga millum, at
bendingarendingar eins og eftirskoyti og
forskoyti, sum frá er liðið, eru løgd aftur at
rótini í orðum.
Men um so er, at tað avljóðsstigið, sum
á okkara máli varð til lýsingarhátt/luttøku-
hátt og fleirtalstátíð, er tað upprunaliga, so
er ikki órímiligt at halda, at rótorðamerking-
in í hesum avljóðsstiginum (null-stiginum)
er eldri enn í hinum báðum (e- og o-stig-
inum) og óivað eisini hevði tátíðarligt ella
- helst rættari sagt - liðið (perfektivt) inni-
hald.
Hetta hevur so aftur við sær, at t.d.
merkingin í hvørkikynsorðinum ’bit’ (null-
stig) má vera upprunaligari enn merkingin
í sagnorðinum ’bíta’ (e-stig), og merkingin
í hvørkikynsorðinum ’rið’ (t.e. har náttúru-
kreftir ella sjúka - risar, trøll og illir andar
- hava tikið vald, gera seg inn á ein)2 er eldri
enn í sagnorðinum ‘ríða’ (e-stig) - somu-
leiðis t.d. at merkingin í hvørkikynsorðinum
‘gil’ er eldri enn merkingin í kvennkynsorð-
inum ‘geil’ (o-stig) - og framvegis, um hetta
alt er so, eisini at ein føroysk orðing sum
“hvat ríður tær?” sambært merkingarligum
skyldskapi við hvørkikynsorðið ‘rið’ er eldri
enn sermerkingin “at ríða hesti” el. tíl. -Aft-
ur her, at í tí frumkenda samfelagnum var
frásøgn um, hvat ið hevur hent ella kann
hugsast at hava hent (frásøgn í 3. avljóða-
stigi), upprunaligari enn framtøkin frásøgn
um, hvat ið hendir ella ætlast at skula fara
at henda.
Tilvísingar:
Jeffrei Henriksen: í gjár. Málting 29/2001.
Ragnvald Iversen: Norrøn grammatikk, 7. utgave
1973.
Marna Jacobsen: Talumál í barnaspæli. Sýnisstubb-
ar, Tórshavn 1993.
Móðurmálsoróabók i n Føroysk oróabók. Føroya Fróð-
skaparfelag 1998.
Notur
') Strika uppiyvir merkir, at sjálvljóðið var langt.
2) Móðurmálsorðabókin 1998: rið ... 1 ríð, herðindi,
kast (av t.d. illveðri, pínu o.tíl.), eitt ringt rið av
landnyrðingi norðri; riðini vóru so stór við hvørt,
at báturin hevði ilt við at taka tey; tað vóru ófør rið
suður eftir Djúpunum; ein av teimum fermastu
svimjarunum ger línu á seg, og ímillum tvey rið
eydnast tað honum at koma á flesina; áður enn riðini
eru á hana komin, eigur hon sveinsbam (verkimir);
kanóndunini komu í riðum (í stoytum) 2 skifti við
drykkjuskapi, við hvørt komu long rið á hann 3 (unt
bát) tað at ríða á, javnviga (í drátti), ...; sms. t.d.
aldu-, anda-, ill-, illsinnis-, inn-, njósa-, nos-,
ódnar-, troll-, yvir-.