Fróðskaparrit - 01.01.2006, Blaðsíða 15
FAROESE-DANISH LANGUAGE CONNECTION
13
Ein annar møguleiki er, at bæði føroyskt
og danskt eru virkin, men at danskt ikki
hevur atgongd til framburðin av framsøgn-
mi, tó annars sama myndanarleiklut sum
føroyskt.
Hetta er tann føroyska málstøðan, og tað
kann gera, at vit kunnu fáa antin hyggja seg
um (føroyskt), síggja seg umkring (donsk
myndan ‘se sig omkring’), ella okkurt heilt
annað, tí mann noyðist at fara ótroddar leiðir
fyri at bjarga strukturinum.3 Tað valda málið
(føroyskt) og tað virkna málið (danskt) hava
sama leiklut í málmyndanini, soleiðis at
bæði:
• Velja út orð
• Dána setningar
• Mynda yvirborðsformar
• Búgva til ljóð
• MEN: tilbúgvingin av ljóðum hjá tí
virkna málinum (danskt) verður ikki
send til framberaran; t.e., tað virkna
málið (danskt) hevur ikki atgongd til
framburð.
de Bot (1992: 433)
Ætlandi er, at um tað verður skift millum
málini, ella at ávirkan er ímillum málini, so
er tað samrøðuevnið, sum ger tað av her á
mikrolagnum, meðan tað er tilætlað á mak-
rolagnum.
At danskt ikki hevur atgongd til framber-
arnar í føroyskum síggja vit í øllum teimum
dømunum, har vit hava danskar orðingar,
men føroyskan framburð.
Ætlanin er at siga okkurt sum fata uttan
at uppfata (hyggja seg um). Henda ætlan
verður send til formaran á fúnktiónslagnum.
Her er tað, at vit fáa setningsbygnað og
merking skoma út; vit fáa bendingarligt skap
°g Ijóðskipanarligt skap eisini. Her er eisini
tann mentala orðabókin og í henni eru orðini,
sum hava tvær síður: eitt lemma og ein form.
í lemmanum eru upplýsingar um merking
og um syntaks. í forminum upplýsingar um
bending og ljóðskipan. Nú er neyðugt at fáa
fatur í tí lemmanum, sum best passar til
ætlanina at skula siga fata (við eygunum),
uttan AT uppfata, og vit hava eitt valt mál
(føroyskt) og eitt virkið mál (danskt). Brúka
vit sagnorðið SÍGGJA, krevur tað, at tann sum
sær, uppfatar tað, sum sætt er, meðan
hyggja, eisini eitt fatanarsagnorð, ikki
krevur júst hetta sama, tí tú kanst hyggja
TEG UM uttan at fata tilvitað, hvat tað er, tú
sært. Mann hyggur seg um oftani mestsum
upp á gjøt uttan at fata. Brúka vit HYGGJA
krevur tað ein bitil aftur at sær, SÍGGJA ávirki:
(1 a) *Marjun hyggur Martin
(lb) Marjun sær Martin
(1 c) Marjun hyggur at Martini
(1 d) *Marjun sær at Martini
(le) Marjun hyggur seg um
(1 f) *?Marjun sær seg urn
Bæði danskt og føroyskt eru virkin í mál-
myndanini, men hava livør sín formara, sbr.
ta ymisku grammatikk, sum málini hava,
men í teirri mentalu orðabókini er tað kort-
ini soleiðis, verður mett (de Bot, 1992), at
øll orð eru goyrnd so at siga á sama stað, men
at tað er størri samband ímillum tey føroysku
orðini enn tey donsku, og øvugt, umframt
at nógv brúk av báðum málum skapar eitt
tættari net málanna millum. í donskum, eitt
mál, sum er virkið i føroyskari málmyndan,
ber til at siga, sbr. Dansk-tysk ordbog
(2003):
(2) se sig omkring