Fróðskaparrit - 01.01.2006, Blaðsíða 11
FAROESE-DANISH LANGUAGE CONNECTION
9
1-1. Athall: ein greining
Myers-Scotton greinar athall sum (feit skrift
í upprunateksti):
Convergence is speech by bilinguals that has
all the surface-level forms ffom one language,
but with part of the abstract lexical structure
that underlies the surface-level pattems coming
from another language (or languages).
Myers-Scotton, (2006:271)
Tað er ikki altíð, at mann hevur athall, men
(1 a) er dømi um athall, (1 b) vanligt føroyskt
talumál.
(1) a. mann gevur ringin til onkran (KE1T1)
(1) b. mann gevur onkmm ringin (vanligt talu-
mál)
I (1 a) eru allir yvirborðsformarnir føroyskir
- vit hava føroysk orð og føroyskan fram-
burð - men partur av yvirborðsmyndanini
kemur úr einum øðrum máli, t.e. donskum.
Tað er danskt, sum setur ta syntaktisku ram-
muna í (la). Hetta er dømi um athall.
1-2. Eingangslán og tillagað eingangs/án
Eitt verður kallað nonce borrowings. Orðið
nonce verður greinað sum:
Nonce means ‘for the present time’ or ‘for a
single occasion or purpose’....
Altso, at eitt orð verður brúkt einaferð, men
fylgir teimum málfrøðiligu reglunum í tí
málinum, sum orðið verður lænt inn í. Held-
ur ikki broytir tað málreglumar í málinum.
Talan er um eitt staklán; fyribilslán ber eis-
ini til at kalla tað, ella eingangslán. Um vit
hugsa okkum onkran siga:
(2) a. Hatta var rættiliga fancy
b. á tí hugmyndarliga langum er konsept-
ualaisarin
og fancy bara kemur fyri einaferð, er tað
dømi um eitt staklán. Eisini konseptualais-
arin er dømi um tað sama - eitt orð, sum
kemur fyri í hesari greinini.
Vit hava í summum førum sagnorð +
bitil, sum bara tykjast koma fyri eina ferð -
ella rættiliga sjáldsamt, og hetta kalli eg
tillagað eingangslán.
1.3. Tillaging, tillagað eingangstillaging
og málmyndanarvillur
So eru dømir, har tað danska verður lænt
inn í føroyskt soleiðis, at tað er føroyskt, sum
setur ta setningarligu rammuna. Hetta fari
eg at kalla tillaging. Talan er ikki um
eingangstillaging, tí fleiri dømir eru um
hesar setningsgerðir. Dømir um tillaging
verða víst seinni í greinini (irriteraður inn
á), eisini dømirvið tillagaðum eingangslán-
um (forelskaður uppi í).
Alt hetta er ikki tað sama sum málmynd-
anarvillur (performance errors), harvit snøgt
sagt hava málvillur, sum í (3a) og (3b), ella
vanlig lán sum (3c).
(3) a. *men allíkavæl var hann komin har,
søgdu tey við niær... (KE2V)
b. *hevur mann hug, kann mann altíð gera
meir við tí (ME2V)
c. sjálvandi, okur sum hevði nøkulunda gott
mál, okur spilaðu okun út og gottaðu
okun yvir tey, sum tað glippaði hjá
(MGISU)
1.4. Tvímælt málstoða
Vit mugu gera okkum greitt, at skal føroyskt
granskast, og yvirhøvur orð skiftast um
føroyskt, er neyðugt at taka við ta tvímæltu
málstøðuna, vit hava, og neyðugt er at gera