Fróðskaparrit - 01.01.2006, Blaðsíða 34
32
UM PURISMU í FØROYA KVÆÐI
Normalisering av Føroya kvæði
í Føroya kvæði kann tosast um 5 sløg av
broytingum, sum ritstjórarnir hava gjørt
mótvegis handritunum. Hesareru ljfonetisk
normalisering, 2) ortografisk normalisering,
3) morfologisk normalisering, 4) syntaktisk
normalisering og 5) semantiskar broytingar.
Fonetisk normalisering merkir broyt-
ingar av tekstinum, ið hava við sær, at
ljóðligu viðurskiftini broytast. Hetta slag av
normalisering er mest eyðsýnt, tá ið tað
kemur til málførismunir, har upprunamálið
nýtir eitt ljóð í einum ávísum orðasambandi,
og skriftmálið eitt annað. Til dømis tá ið
handritini í suðuroyarmálførum nýta teknið
e, og normaliseraða útgávan nýtir teknið æ,
ella har eitt nú bæði eu og ou verða skrivað
ó og harvið umboðar meiri enn eitt ljóðvirði.
A hendan hátt hvørva fleiri bygdamálseyð-
kenni.
Ortografisk normalisering viðvíkir rætt-
ingum í stavsetingarháttinum, uttan at tað
er neyðugt, at ljóðligu eginleikamir broytast
fyri tað, har møguligir skeivleikar í stavset-
ing (orðabygnaði) verða rættaðir. Hetta er
sjálvsagt mest vanligi formurin fyri norm-
alisering, og sostatt skal hetta ikki verða lýst
út í æsir. Heldur verður størri dentur lagdur
á at finna undantøk frá meginregluni, t.e. har
Føroya kvæði annaðhvørt ikki hevur norm-
aliserað eitt málsligt anomali, hóast tað
kundi verið væntað, ella hevurnormaliserað
á ein óvæntaðan hátt.
Morfologisk normalisering merkir rætt-
ingar í bendingini; har orð eru bend skeivt í
handritunum, verða hesi ofta (men ikki altíð)
normaliserað. Til dømis hava handritini ofta
lyndi til at skifta heldur tilvildarliga millum
eintalsendingina -ar og fieirtalsendingina
-a í hvørsfalli av navnorðum. Tá hetta verður
rættað, er talan um morfologiska normalis-
ering. Tað er greitt, at hetta í hesum dømin-
um við hvørsfallinum ofta kann vera talan
um feilskriving; at uppskrivarin í førum ikki
hevur hoyrt -r í útljóði. Tílíkt má allaroftast
vera ein meting.
Syntaktisk normalisering merkir rætting-
ar ella broytingar í setningsbygnaðinum, tvs.
at ritstjórin annaðhvørt er farin inn og hevur
sett eitt ella fleiri orð (setningsliðir) afturat
inn, ið ikki eru at finna í upprunahandritin-
um, ella hevur tikið ein ella fleiri setnings-
liðir úr, og annars altíð tá ið syntaksin verður
broytt, t.e. tá orð verða flutt innanhýsis í
setninginum.
Semantisk broyting merkir, at ritstjómin
hevur - møguliga vegna eitt slag av máls-
ligari normalisering - gjørt broytingar í
sjálvum innihaldinum av kvæðinum.
Gongurólvs kvæði í uppskrift Svabos
(CCF 29A).
Sum nevnt hevði Svabo ongar ortografískar
rætningslinjur at halda seg til, og sostatt
byggja allar hansara kvæðauppskriftir á
framburðin. Tó skrivar hann altíð eii, tá ið
hann skal endurgeva ó (eittans undantak er
í ør. 99: fjouna), og aa fyri á, sum í fyrstu
syftu kann líkjast norðoyarmálføri. Men
hvørt aa er at uppfata sum langt a ([a:]) er
tó ivasamt, av tí at Svabo var vágamaður.
Munur er eisini á aa í t.d. Maana (mán-
að/mána; 3, 4, 86), Aatjan (átjan; 7) og aa í
eitt nú aarla (árla, 12), Haandum (hondum,
58), haatt (hátt, 17). I teimum báðum fyrra
førinum er framburðurin [oa] ella [a:], með-
an hann í seinna er minnir meira um á [o],
eins og í donskum.