Fróðskaparrit - 01.01.2006, Blaðsíða 35
REGARDING PURISM IN FØROYA KVÆÐl
33
Við fyrimynd í donskum skriftmáli skriv-
ar Svabo eisini øll navnorð við stórum byrj-
anarstavi. Fyri í skrivar Svabo uj, fyri ú verð-
ur skrivað ú. Tvíljóðið ei [ai] verður endur-
givið aj, ey [et] skrivar Svabo ej, og æ [ea]
skrivar hann ea. Sum navnháttarmerki ella
infinitivsmarkør nýtir Svabo bókstavin á
heldur enn danska og nútíðarføroyska atj
Long sjálvljóð verða skrivað dupult, t.d.
Hoon fyri hon [ho:n]. Tó verður sjáldan
gjørdur munur á stuttum og longum hjáljóð-
um. Affrikatarnar [cf] og [}j], umboðandi
ávikavist kj- og gj- ljóðini í nútíðarføroysk-
um, skrivar Svabo eisini kj og gj.
Fonetisk normalisering, sum eitt nú sest
-» setst (17) og ist -» ytst (94): -1 er skoytt
uppí, har tað hoyrir heima, tó ikki verður
framborið í talumáli - og sum sæst av
dømunum Búspritun -> bugsprytum ([uu:]
-> [u:]; 9, 10); idla -* ella ([i]->[e]; 46);
Kølmirkri -* kolmyrkri ([æ] -> [o]; 42),
kemur fonetisk nonnalisering vanliga fyri,
har ivamál er í framburðinum.
Málføriseyðkenni verða rættað, sum eitt
nú Frendun -> frændum (34, 39). Skiftið
millum æ og e í handritunum kann til tíðir
tykjast heldur tilvildarligt, t.d. Hændur ->
hendur (33).
Orðið ejgjast er broytt til eykast (42), og
liapax-orðið Freuskeáp er broytt til fróðskap
(1) í Føroya k\>æði. í báðum førunum eru
Ijóðbroytingar farnar fram; gj er vorðið til k
í fyrra døminum, og eú er normaliserað til
ó í tí seinna. Framburðurin, sum avspeglast
av ónormaliseraðu stavsetingini, er tó varð-
veittur í nólsoyarmálføri. Hugsandi er, at
hesin serligi framburðurin av ó hevur verið
kvøðin fyri uppskrivaranum. Hví orðið
Frosnir (2), ið eyðsýnt er eitt mistak, verður
tikið við í normaliseraðu útgávuna óbroytt,
er óvist.
Føroya kvæði rætta eisini Svabo, tá ið
hann skrivar ø (ljóðskrivað [æ]; her at fata
sum stutt allofon av ó) frammanfyri skerp-
ing; Sjøgv -> sjógv (23), skøgva -> skógvar
(6), Høgv -» hógv (71).
Hóast Svabo rættiliga konsekvent skrivar
-un í endingum, har fornmálið hevði -um,
eru tó einstøk føri, har -um er at síggja:
Huum, Búum (rímorð til hvørt annað; 83),
Aastum (85), mium (90) Frium (91), honum
(113) og Færum (114). Hetta er áhugvavert,
tí hann hevur neyvan hoyrt tað framborið so-
leiðis. Møguleikin fyri, at hann hevur skriv-
að tað av eftir einum øðrum handriti, hevur
verið nevndur í hesum sambandi.
Tær flestu ortografísku rættingarnar í
Gongurólvs kvæði viðvíkja samansettum/
ósamansettum orðum. Vanligt var hjá Svabo
at skriva orð, ið nú á døgum verða uppfatað
sum einstøk, samansett orð, í tveimum, og
verður hetta í Føroya k\>æði rættað til einstøk
orð, serstakliga navnorð+navnorð: Morgun
Tuj -» morguntíð (6), Briggju Spora -»
bryggjusporða (11), Havna-Lea(i) -»
liavnalag(i) (13, 25), Jøkjil streadi -» jøkil-
stræti (32), Trølla Taatun -> trøllatáttum
(56), Trødla Glajm -» trøllagleim (52),
Manna-Bajn -> mannabein (63,64), Hedlis-
Gølv -> hellisgólv (71), HadlarDiir -» hall-
ardyr (94), Oxa-Lear -> oksalær (72), Oxa-
Suju -> oksasíðu (73), Trødla Bodnun (78)/
-Botnun (120) -» Trøllabotnum, Kobba Sin-
ur -> kobbasinur (80), Hamra Húum -»
hamrahúðum (82)2, Roisnis Verk -> roysn-
isverk (77), Hummar Kløgv -> hummarklógv
(125), Moiggja Land -» moyggjaland (83),
men eisini sagnorð+semavn: Gongu-Rolv-