Fróðskaparrit - 01.01.2006, Blaðsíða 13
FAROESE-DANISH LANGUAGE CONNECTION
11
Mynd 1 l Uttanmálsligt
I 11
III
-♦-einmæli
1 Skúli, miðlar... i
| J familja
IV
I Trúgv, arbeiði...
I
if Innanmálsligt
Talan er um eitt býti í einmæli og tvímæli
- nakað, sum ikki er neyðugt at siga meira
um, men so verður eisini býtt sundur í eitt
uttanmálsligt og eitt innanmálsligt øki (Liidi,
2000).
Tey, sum eru í tí innanmálsliga økinum,
eru tvímælingarnir, í t.d. III, sum duga bæði
málini eins væl. Javnvág er millum málini
hjá tí, sum tosar, og tí sum lurtar. Hetta eru
javngóðir tvimælingar, sum vit so, øvugt,
ikki frnna í tí uttanmálsliga økinum (II), og
partvís í (I).
1 frymilin liava vit so sett nøkur økir
(Fishman, 1972), sum tosar um, at neyðugt
er at hyggja at, hvar tvímælingurin brúkar
síni mál. Hann hevurøkini:
• Familja
• Vinalag
• Trúgv
• Útbúgving
• Arbeiði
Altso, at mann í einari tvímæltari støðu
bara nýtir annað málið heima, hitt alla
aðrastaðni, t.e. i familjuni, ella at mann brúk-
ar eitt mál til arbeiðis, annað heima o.s.fr.
Seta vit hesi økini inn í frymilin omanfyri,
kemur fram, at danskt í dag verður nýtt í
skúlanum. Eg havi sett inn miðlar eisini, tí
føroyingurin lesur eina rúgvu á donskum
umframt at síggja heilt fitt av donskum
sjónvarpi. Telduspøl kundu eisini verið
nevnd. í familjuni verður danskt ikki brúkt
- uttan sjálvandi har annað el. bæði foreldr-
ini eru donsk, heldur ikki á trúarøkinum ella
á arbeiðsplássunum, stórt sætt, men vit hava
danskt kortini allastaðni, lærubøkur, fílms-
undirtekstir, sjónvarpssendingar, skelting í
handlum, lýsingar... og vit kunnu karakteri-
sera føroyingar sum javngóðar í báðum mál-
um. Vit læra danskt frá umleið 10 ára aldri
í skúlanum, men ongar kanningar eru, sum
greitt vísa, nær bøm duga danskt. Nær skilja
tey tað? Nær duga tey at gera setningar?
Fimm ár? Eldri? T.d., hoyrdi eg ein fímm ára
gamlan drong siga, at ‘máske er jeg lille,
men jeg har en stor hjeme! ’ og spurdur, hvat
tað merkti, visti hann tað.
Summir granskarar meta, at tá ið bamið
lærir tað seinna málið eftir tiý ára aldur, er
talan ikki um javngóðan tvímæling, inen at
málini verða lærd eitt eftir annað (Meisel,
2004) har hann skilir ímillum: (1) málini
verða innlærd samstundis (upp til barnið er
tfy, fýra ár), (2) frá fimm til tíggju ár og (3)
eftir tíggju ára aldur.
Talandi dømir um danskt í Føroyum eru
hesar báðar sjálvsmetingarnar: K = kvinna,
E = eldri, S = Suðuroy; U = ung, V = Vágar.
Hjá teirri ungu kvinnuni er eisini áhugavert
at síggja hvar...frá fyri hvaðan, sum kann
vera donsk ávirkan.
okur forstóðu tað - jeg veit ikki, hvussu mann
forstóð danskt - okur forstóðu alt! (KEIS)