Fróðskaparrit - 01.01.2006, Blaðsíða 16
14
FØROYSKT-DANSKT MÁLSAMBAND
og hetta sagnorðið verður aktiverað í før-
oyskari málmyndan. Ein grund til hetta er,
at orðini eru ættað. Tað er hetta, at vit hava
so nógv ættað og lík orð, umframt líkan
málsligan bygnað í málunum báðum, sum
er grundin til, at so nógv danskt kann koma
inn í føroyskt. Bæði lemmuni sleppa framat
samstundis, og mann kann fáa:
(3) Vit vóru inni í X, og so slapp mann at
síggja runt (KEIT).
Eyðvitað er tað ikki hetta at skula ‘síggja
runt’, sum ætlanin er at siga her, tí sjálv
orðingin er høpisleys, men við at brúka
hyggjci seg um: se sig omkring kemur bland
í, og málbrúkarin roynir at bjarga málbygn-
aðinum við at seta inn ein bitil, runt, sum
skal svara til strukturelt ani í hyggja seg um.
T.e., tá ið hon er byrjaður upp á setningin
(og skal siga hyggja seg umj, er eingin vegur
aftur, tá ið blandið er íkomið. Týdningarmik-
ið er kortini meginreglan: bjarga bygnaði,
og tað ger málbrúkarin við at seta inn bitilin
runt eftir síggja.
Heimildarfólkið, sum sigur henda setn-
ingin, hevur búð og arbeitt leingi í Danmark,
og er tað sama, sum hevur setningin givið
ringin dl onkran. Viðkomandi hevur eisini
orðingina: og hatt skuldi mann hava uppá.
Av tí at viðkomandi hevur so nógv av
donskum bygnaði í føroyskum, er tað møgu-
ligt, at danskt er rættiliga virkið. Tó sleppa
vit ikki undan, at talan væl kann vera um
ávirkan frá hyggja inn, hyggja út o.s.fr.., ella
eina myndanarvillu.
Eitt annað, greiðari, athalsdømi er, at tú
ætlar tær at miðla eina prosess sum hetta
AT GEVA.
Tú byrjar á koneptualaisaranum; velur
mál og fert yvir í formaran, har tað ræður
um at fáa fatur á einum lemma, sum passar
saman við tí, tú ætlar at miðla. Tað aktiver-
aða lemmaið verður umgjørt til geva, enn
uttan form, men markað sum føroyskt el.
danslct, og lemmaið tillutar tríggjar temat-
iskar leiklutir, og hetta verður til, á yvirborð-
inum: maðurin gevur konuni ein muss.
A funktiónslagnum verður gjørt av, hvør
orðarøðin skal vera - snøgt sagt, at grund-
liðurin stendur fyrst í setninginum, síðani
sagnorðið og so, at mann við sagnorðinum
geva hevur hvørjumfall + hvønnfall. Hetta
dagar alt fram á yvirborðslagnum sum (4)
niðanfyri, har vit fáa ljóðligan form, sam-
svarsbending o.s.fr., sbr. eitt nú Myers -Scot-
ton og Jake (1995), altso setningin:
(4) Maðurin gevur konuni ein muss
[NH Maðurin [SH gevur [NH konuni [NH
ein muss]]]]4
Føroyingurin er í einari tvímæltari støðu,
sbr. Mynd 1, og hjá málbrúkaranum snýr tað
seg um at fáa fram ein boðskap; at formiðla
nakað, og her hevur viðkomandi nøkur am-
boð tøk.
Hann kann brúka tey serføroysku am-
boðini, men kann so sanniliga eisini venda
sær aðrar vegir og finna tey amboð, sum eru
í donskum. Ymiskar grundir kunnu vera íyri,
hví so er. Viðkomandi kann hava búð leingi
niðri, siðani fluttur heim aftur, el. viðkom-
anđi vil, við málbrúkinum, geva tekin um,
at hetta er tað, sum er eg og mítt. Alt hetta,
og annað við, kann vera orsøk til setningin
(5):
(5) Maðurin gevur ein muss til konuna [NH
maðurin [SH gevur [NH ein muss [FH til
[NH konuna]]]]]