Fróðskaparrit - 01.01.2006, Blaðsíða 30
Tvinnir eru kostimir
Um purismu í Føroya kvæði
Regarding purism in Føroya kvæði
Sólfinn Hansen
Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya. V. U. Hammershaimbs gøta 16, Tórshavn.
Postrúm 272, FO-110 Tórshavn. Email: solfmnh@setur.fo
Úrtak
I grein síni frá 1978, „Grammatical instability in Faroese
Ballads and written Faroese", letur høvundurin Michael
Barnes spurningin um ritstjórnan av kvæðahandritum í
prentaðu útgávuni av Føroya kvæði standa opnan til víðari
kanning, har hann sóknast eftir meginreglum í hesum
sambandi. Um hetta mundið var VII. bind av Føroya
kvæði við m.a. frágreiðingum um hetta, ikki útkomið, og
tískil er høvi at kanna spurningin nærri betri nú enn áður.
Kanningin hevur støði í trimum tilvildarliga valdum
kvæðum, Gongurólvs kvæði (CCF 29 A), Olavi
Ricldararós (CCF 154 A) og Skrímslinum (CCF 90 B).
Flesi trý kvæði bóru øll á brá at vera broytt í flutninginum
frá handriti til prent. Gongurólvs kvæði varmunandi meir
broytt enn hini bæði. Broytingarnar fevna ikki einans
um ljóð, stavseting og morfologi, men eisini eru syn-
taktiskar og semantiskar broytingar gjørdar í mun til upp-
runahandritini. I-Iesar tykjast vera heldur tilvildarligar,
eisini eftir at upplýsandi VII. bind varpaði Ijós á einstakar
av teimum spumingum, Bames upprunaliga setti.
Abstract
The vast majority of the Faroese ballads is collected in
the six-volume Corpus Carminum Færoensium, which
many nowadays consider the standard edition of Faroese
ballads. Howcver, Michael Bames’articlefrom 1978 con-
cerning grammatical instability notes that a number of
emendations have been made in the printed edition, some-
times acknowledged, sometimes not. In any transcription
from a manuscript emendations are to be expected, e.g.
modemisation of the spelling when transcribed from
older forms of the language, but in the case of Corpus
Carminum Færoensium there are also a number of syn-
tactic and semantic emendations. Tliis article explores
the question of arbitrary emendations of Føroya k\’æði
by comparing the manuscripts of Gongurólvs kvæði (CCF
29A) Ólavur Riddararós (CCF 154A), and Skrímslið
(CCF 90B) to theirrespective printed versions in the cor-
pus.
Inngangur
Kvæði eru sum munnborin frásøguskald-
skapur niðurarvað ígjøgnum fleiri øldir og
ættarlið av manna munni. Á hendan hátt
hava kvæðini “livað” í teirra tíð, og eru eisini
broytt frá tíð til aðra. Frá einum skaldskap-
arligum sjónarhorni er tað at kalla skeivt at
skriva upp kvæði, tí tey tá verða “fastfryst
synkront”; soleiðis sum tey vóru, tá ið tey
vórðu uppskrivað, og verða harvið forðað i
at menna seg víðari. Hetta er eitt afturstig
fyri kvæðini sum skaldskap. Hinvegin eru
tílíkar uppskrivingar av stórum málsligum
virði fyri millum annað málgranskarar, ið
hava áhuga fyri synkronari (samtíðar-) og
diatopiskari (málføris-) málfrøði.
Tá ið farið varð av álvara undir at
skriftfesta kvæðini seinast í 18. øld og í fyrru
Fróðskaparrit 54. bók 2006: 28-41