Fróðskaparrit - 01.01.2006, Síða 15

Fróðskaparrit - 01.01.2006, Síða 15
FAROESE-DANISH LANGUAGE CONNECTION 13 Ein annar møguleiki er, at bæði føroyskt og danskt eru virkin, men at danskt ikki hevur atgongd til framburðin av framsøgn- mi, tó annars sama myndanarleiklut sum føroyskt. Hetta er tann føroyska málstøðan, og tað kann gera, at vit kunnu fáa antin hyggja seg um (føroyskt), síggja seg umkring (donsk myndan ‘se sig omkring’), ella okkurt heilt annað, tí mann noyðist at fara ótroddar leiðir fyri at bjarga strukturinum.3 Tað valda málið (føroyskt) og tað virkna málið (danskt) hava sama leiklut í málmyndanini, soleiðis at bæði: • Velja út orð • Dána setningar • Mynda yvirborðsformar • Búgva til ljóð • MEN: tilbúgvingin av ljóðum hjá tí virkna málinum (danskt) verður ikki send til framberaran; t.e., tað virkna málið (danskt) hevur ikki atgongd til framburð. de Bot (1992: 433) Ætlandi er, at um tað verður skift millum málini, ella at ávirkan er ímillum málini, so er tað samrøðuevnið, sum ger tað av her á mikrolagnum, meðan tað er tilætlað á mak- rolagnum. At danskt ikki hevur atgongd til framber- arnar í føroyskum síggja vit í øllum teimum dømunum, har vit hava danskar orðingar, men føroyskan framburð. Ætlanin er at siga okkurt sum fata uttan at uppfata (hyggja seg um). Henda ætlan verður send til formaran á fúnktiónslagnum. Her er tað, at vit fáa setningsbygnað og merking skoma út; vit fáa bendingarligt skap °g Ijóðskipanarligt skap eisini. Her er eisini tann mentala orðabókin og í henni eru orðini, sum hava tvær síður: eitt lemma og ein form. í lemmanum eru upplýsingar um merking og um syntaks. í forminum upplýsingar um bending og ljóðskipan. Nú er neyðugt at fáa fatur í tí lemmanum, sum best passar til ætlanina at skula siga fata (við eygunum), uttan AT uppfata, og vit hava eitt valt mál (føroyskt) og eitt virkið mál (danskt). Brúka vit sagnorðið SÍGGJA, krevur tað, at tann sum sær, uppfatar tað, sum sætt er, meðan hyggja, eisini eitt fatanarsagnorð, ikki krevur júst hetta sama, tí tú kanst hyggja TEG UM uttan at fata tilvitað, hvat tað er, tú sært. Mann hyggur seg um oftani mestsum upp á gjøt uttan at fata. Brúka vit HYGGJA krevur tað ein bitil aftur at sær, SÍGGJA ávirki: (1 a) *Marjun hyggur Martin (lb) Marjun sær Martin (1 c) Marjun hyggur at Martini (1 d) *Marjun sær at Martini (le) Marjun hyggur seg um (1 f) *?Marjun sær seg urn Bæði danskt og føroyskt eru virkin í mál- myndanini, men hava livør sín formara, sbr. ta ymisku grammatikk, sum málini hava, men í teirri mentalu orðabókini er tað kort- ini soleiðis, verður mett (de Bot, 1992), at øll orð eru goyrnd so at siga á sama stað, men at tað er størri samband ímillum tey føroysku orðini enn tey donsku, og øvugt, umframt at nógv brúk av báðum málum skapar eitt tættari net málanna millum. í donskum, eitt mál, sum er virkið i føroyskari málmyndan, ber til at siga, sbr. Dansk-tysk ordbog (2003): (2) se sig omkring
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140
Síða 141
Síða 142
Síða 143
Síða 144
Síða 145
Síða 146
Síða 147
Síða 148
Síða 149
Síða 150
Síða 151
Síða 152
Síða 153
Síða 154
Síða 155
Síða 156
Síða 157
Síða 158
Síða 159
Síða 160
Síða 161
Síða 162
Síða 163
Síða 164
Síða 165
Síða 166
Síða 167
Síða 168
Síða 169
Síða 170
Síða 171
Síða 172
Síða 173
Síða 174
Síða 175
Síða 176
Síða 177
Síða 178
Síða 179
Síða 180
Síða 181
Síða 182
Síða 183
Síða 184
Síða 185
Síða 186
Síða 187
Síða 188
Síða 189
Síða 190
Síða 191
Síða 192
Síða 193
Síða 194
Síða 195
Síða 196
Síða 197
Síða 198
Síða 199
Síða 200
Síða 201
Síða 202
Síða 203
Síða 204

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.