Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.2000, Síða 263
Ritfregnir
Færeysk samheitaorðabók
Henning Thomsen. 2000. F0roysk samheitaorðabók. Stiðin, Þórshöfn. 784 bls.
f dag síggja vit úrslitið av tí arbeiði, ið Henning Thomsen hevur lagt alla orku sína í
seinastu umleið tíggju árini.1 Tí fari eg at ynskja tær Henning og familju tíni hjarta-
liga tillukku við samheitaorðabókini.
Tað er mangan móðsamt, einsligt og ikki minst langligt at skriva orðabókur, tí ofta
gongur long tíð, frá tí at sett er á arbeiðið, til tú kanst blaða í teirri prentaðu bókini
ella seta flpguna í telduna. Men so mikið st0rri er gleðin, tá ið so tann dagur upp renn-
ur, at fólk kunnu fara í handilin og keypa sær bókina. Og so at sita einsamallur í ein-
ingi, tá man gleðin og lættin kennast uppaftur stprri. Hetta er fyrsta fproyska sam-
heitabókin, og tí er ein slík bók kærkomin í rpðina av fproyskum orðabókum, sum eru
komnar út tey seinastu árini. At skriva eina slíka bók einsamallur er einki minni enn
eitt bragd. Mangan manst tú hava hugsað sum so, at nú tími eg ikki meira, nú kasti eg
frá mær, tí eg komi ikki burtur úr tí einsamallur, og lættast hevði tá verið at lagt ár-
amar inn og viðgingið, at her vóru aðrar kreftir sterkari enn tín vilji, men hvprja ferð
vunnu seiggi, áræði og ein óvikiligur vilji á vónloysinum. Eg hevði tann heiður at vera
við uppi í hesum arbeiði at kalla frá byrjan, tó ikki sum ritstjóri men sum eitt slag av
vegleiðara. Tá ið vit sótu saman hjá Henningi á Lágarvegi 10 í Havn, har sum bæði
var heim hansara og arbeiðspláss, fekk eg sannað, at henda mannin fær hv0rki heið-
ið ella kristið bent til jarðar. Tí eina slíka eldsál havi eg aldri sæð. Hann hevur hugs-
að sum so: I have a dream, sum ein annar maður eisini eina ferð hevur sagt. Og nú
kann hann siga: Eg hevði ein dreym, og nú er hann vorðin veruleiki.
Á heysti 2000 hevði Henning eina framl0gu um hesa orðbók fyri studentum mín-
um á Fóroyamálsdeildini. Hetta var í sambandi við eitt skeið, sum eg hevði í orða-
bókafr0ði fyri h0vuðsgreinarsmdentum í f0royskum. Eitt tað fyrsta hann segði var, at
hetta ikki var n0kur samheitaorðabók, sjálvt um hon æt so. Ná, hugsaði kanska onk-
ur, var hann komin í bamdómi, nú bókin endiliga var útkomin? Men so kom frágreið-
ingin til hesa úts0gn, og sum eg hevði hoyrt so mangan áður: at hon er ikki samheita-
1 Þetta er ekki venjuleg ritfregn heldur lítið breytt erindi sem höfundur flutti í
Norðurlandahúsinu í Þórshöfn 2. desember árið 2000 í tilefni af útkomu þessarar
fyrstu samheitaorðabókar á færeysku. Þetta má glögglega sjá af framsetningunni, en
hún verður bara líflegri fyrir vikið. — Ritstj.
íslenskt mál 22 (2000), 261-272. © 2001 íslenska málfrœðifélagið, Reykjavík.