Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.2000, Page 264
262 Ritfregnir
orðabók í trongari merking, heldur ikki í víðari merking, men í víðastu merking. Tí
sum hann tók til, at skuldi hann skriva eina samheitaorðabók bara við reinum sam-
heitum, so var bókin bara einar tvær síður til stoddar, og tað var jú meiningsleyst.
Hetta er ein samheitaorðabók, men hon er samstundis annað og meira enn tað. Hon er
eisini tað, vit kunnu kalla fyri eina hugtakaorðabók, t.e. ein orðabók, sum hevur bólk-
að orð og orðingar eftir merkingarligum eyðkennum. Og tí var heitið á bókini eisini
ofta havt frammi í prátinum millum okkum. Hvussu skuldi bamið eita? Eitt heiti skal
ikki siga alt, men geva eina ábending um innihaldið, men hinvegin skal tað ikki vera
villleiðandi. Tað er beinleiðis villleiðandi at kalla eina roknibók fyri eina telefonbók.
Tað kann ikki diskuterast! Men vit kunnu væl skifta orð um, hvat heiti ein slík bók
átti at hava. Urslitið var so samheitaorðabók. Tað sigur seg sjálvt, at av tí at hon er
tann fyrsta á fproyskum, so hevði hpvundurin onga aðra bók at miða seg eftir í arbeið-
inum, og bara tað at vera pionerur setur npkur ávís og ofta stór krpv.
Eg var sum sagt við uppi i hesum arbeiði og slapp at fylgja við í tí at kalla frá byrj-
an, tá ið Henning sat og skrivaði handritið til fproysku orðabókina av inn í síni stfla-
hefti og royndi at flokka tey innihaldsliga: skuldi orðið lamb í bólk 1543 (bara fyri at
nevna okkurt tal), har ið orð fyri seyð vórðu savnað, ella skuldi orðið í bólk 948, har
orð fyri avkom vóru savnað saman í ein bólk? Hetta var langligt og strævið arbeiði,
tí í hesum lá eitt tað stprsta arbeiðið: Hvat er tað dragið, sum serliga er eyðkent fyri
hetta hugtakið? Tað dragið var nýtt sum grundarlag undir, hvpnn bólk tað ávísa orðið
skuldi í. Hvprt tað einasta orð at kalla, sum er í móðurmálsorðabókin finst aftur í onkr-
um bólki í samheitaorðabók Hennings umframt nógv onnur. Tað eru sjálvandi nógv
orð, sum eingi beinleiðis samheiti hava: hvat samheiti hevur orðið og, ella eg, ella
hvat samheiti hevur orðið rósal Rósa hevur gaman í eitt latínskt samheiti, men tað
kann neyvan kallast eitt fproyskt fólksligt samheiti, men heldur eitt yrkisorð, sum eru
av heilt pðrum slag. Jetflogfar hevur neyvan heldur nakað samheiti, men flogfar
kunnu vit kalla flúgvara, og eina tyrlu kalla summir fproyingar fyri helikoptara. Hesi
orð eru beinleiðis samheiti. Men Henning hevur verið sera nærlagdur í sínum arbeiði,
og hevur m.a. roynt at avmarka fremmand orð, tá ið vit hava fproysk orð um tað sama.
T.d. er tað danska oxS&fjernsyn, sum nógvir fproyingar enn munnu siga, samheiti við
sjónvarp, menfjernsyn er ikki við, og hóast nógvir fproyingar siga o.k. fyri í lagi, finst
o.k. ikki í hesi bókini. Bókin byggir sostatt á reintungustevnuna, purismuna.
Hetta er ikki staðið til at halda nakran vísindaligan fyrilestur um orðabókafrpði.
Men í sambandi við samheitaorðabókina kunnu vit kanska nevna npkur fá orð um,
hvat samheiti er fyri ein stpdd. Vit kunnu við góðum rætti seta fram tann pástand, at
t.d. allar rósur eru plantur, men ikki allar plantur eru rósur; eingin fer heldur at mót-
mæla, tá ið vit siga, at allir menn eru fólk, men ikki 011 fólk eru menn. Tí kunnu vit
siga, at hesi bæði pórini rósa/planta og maður/fólk eru partvís samheiti, onkur hevur
viljað kallað tey fyri einvegis samheiti. Orðini rósa og planta hava n0kur felags eyð-
kenni, men so eru tað n0kur onnur eyðkenni, sum rósa hevur og sum planta ikki hev-
ur. Plantan hevur st0rri merkingarrúmd enn rósan, sum hinvegin hevur npkur eyð-
kenni, sum avmarka hana í mun til allar aðrar plantur. Vit kurmu eisini siga tað soleið-
is, at hugtakið rósa er ein partmongd av hugtakinum planta. Rósa og planta hava eina