Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.2000, Page 265
Ritfregnir
263
merkingarliga grundmongd til felags, men so heldur felagsskapurin uppat. Vit vita 011
væl, at orðini rósa og kaktus vísa til tvær ymiskar plantur, og tí er tað skeivt at kalla
eina rósu fyri ein kaktus, hóast vit vita, at tær báðar eru plantur, men við ymiskum
merkingum, og tí eru hesi orðini ikki verulig samheiti, hóast tey hoyra bæði til somu
grundmongd, nevniliga plantur. Vit kunnu siga: “handan plantan er vpkur” og meina
við eina rósu, men vit kunnu ikki siga, at hatta er ein v0kur rósa, uttan so vit vita, at
talan veruliga er um eina rósu og ikki um eina hómiliju. Planta er “rósa pluss 011 onn-
ur plantusl0g”, meðan rósa er “planta minus 0ll onnur plantusl0g”. Soleiðis kundu vit
hildið á. Og tað er á henda hátt henda samheitaorðabókin eigur at verða lisin og skild,
tí soleiðis er hon ætlað at verða lisin og skild. Tí standa bæði h0milija og rósa undir
plantu, hóast allir fóroyingar vita, at hesi orðini merkja ikki tað sama. Men tað er ein
vissur logikkur í tí heila; tað hevði tað ikki verið, um vit settu hpmiliju sum eitt kek-
saslag ella eitt slag av bamasjúkum.
Summi orð hava nógv nærsamheiti, t.d. sera, sum hevur samheiti sum t.d. hend-
inga,frágerða, serstakliga, ógvuliga.fráskila, avbœra, ófpra. Men hvat veruligt sam-
heiti hava vit til gulur ella adventistur ella sumbingur? Orð sum appilsingulur, gullig-
ur, skræpugulur og sólgulur standa undir orðinum gulur, og vísa sostatt til okkurt slag
av gulum, men tey hava hv0rt sítt merkingaravbrigdi, umframt at tey eisini hava ym-
isk stflvirði og ymiskar konnotatiónir (skrœpugulur negativar og sólgulur positivar).
Sumbingur hevur einki samheiti, men vit kunnu umskriva innihaldið til ‘fólk úr
Sumba’, men tá eru vit farin frá úttrykkinum til at lýsa innihaldið.
Bókin setur npkur kr0v til brúkaran: hon er fyrst og fremst ætlað f0royingum, tí
hon byggir á, at brúkarin er so mikið væl at sær komin í málinum, at hann burtur úr
mongdini av orðum er f0rur fyri at velja tað rætta ella tey r0ttu. Tí orðini eru ikki skil-
markað, tað gera samheitaorðab0kur vanliga ikki. f bólkinum bátur finnur tú m.a. trí-
bekk, dangu og prám saman við hekkutrolara og gentubáti, sum 0ll hava tað eyðkenni
felags, at tey eru sjóf0r, men sereyðkennini fyri hv0rt av hesum orðum eru so ymisk
sum dagur og nátt. Og tað má brúkarin bara vita.
Vit hava við hesum verki fingið eitt nýtt slag av orðabókum á tann f0royska
marknaðin, og sum flest0ll onnur mentamál fyri langari tíð síðani hava fingið, og eg
vænti, at áhugin fyri bókini verður stórur bæði í F0royum og uttanlands. Tað verður
mangan víst á, hvussu nógv orð grónlendskt hevur fyri kava, sum sjálvandi kemur av,
at arbeiði og gerandisdagur teirra er so tætt knýtt at kavanum og hevur so stóran týdn-
ing fyri grónlendingar. F0royskt hevur n0kur merkingarlig 0ki, sum í tali ikki smæða
seg burtur samanborið við kavan hjá gr0nlendingum, Henning hevur t.d. savnað 0ll
orð um veður saman í ein bólk, og tey eru n0kur hundrað í tali. Hann hevur eisini ein
bólk við ymiskum orðum, ið sipa til seyð, sum kanska rúmar einum 500 orðum, ið
kunnu flokkast eftir kyni, aldri, legu, góðsku o.s.fr. Tí kunnu vit siga, at Henning hev-
ur ikki uppfunnið tann djúpa tallerkin umaftur, men hann hevur bólkað tey fproysku
orðini umaftur eftir 0ðrum reglum enn higartil hava verið nýttar. Samheitafr0ðingur-
in bólkar tey ymisku orðini eftir ávísum reglum, og allir samheitafr0ðingar mugu seta
m0rk fyri, hvussu langt teir fara. Onkur setur bert n0kur heilt fá samheiti við hv0rt
leitorð, meðan aðrir fara longur burtur frá orðinum, áðrenn teir seta markið. Men í