Íslenskt mál og almenn málfræði - 01.01.2000, Blaðsíða 266
264 Ritfregnir
báðum f0rum er tað ein subjektiv meting, hvar markið skal ganga. Eg seti tað her, og
tú setur tað har. Orðabókagerð er av slíkum slag, at tú hevur ikki ein úrslitalista at fara
til og kanna, um rætt er atborið, tað er ikki bara eitt úrslit sum er rætt. Orðabókagerð er
ikki st0ddfr0ði, har 2+2 altíð og bara kann vera fyra. “De eksakte videnskaber” er av
heilt 0ðrum slag enn hugvísindaligt arbeiði. Vit kunnu illa vera ósamd um úrslitið av
2+2, men vit kunnu saktans vera ósamd um úrslitið av einum orðabókarverki. Tá er tað
okkara subjektiva meting, um vit halda, at úrslitið er rætt og um mannagongdin fram til
úrslitið er r0tt. Eg sigi ikki, at úrslitið altíð er rætt í hesi bókini ■— tað er neyvan so í
nakrari orðabók — men tað er ein sannroynd, at hetta er ein nýggjur máti at koma fram
til eitt úrslit. Orðabókin er ritstjómað á teldu við einum f0royskum forriti sergj0rt til
orðabókaarbeiði. Og tað at tilfarið er teldut0kt ger tað, at lætt er at viðgera tilfarið ella
partar av tilfarinum upp á aðar mátar og til onnur endamál seinni, um t0rvur er á tí.
Tað koma nógvar b0kur út á f0royskum. Fyri jól í 2000 kom bók nummar 4.000
á f0royskum. Hesa rúgvu hava vit givið út í stívliga eina 0ld. Sig so tað, at Hammers-
haimbs stavseting er trupul at fáast við! Hví fáast við slíkt sum orðabókaarbeiði?
Loysir tað seg? Peningaliga ger tað tað neyvan. Er tað ikki í veruleikanum ein tráan
eftir stprri vitan um okkum sjálv, eitt forvitni, sum tíbetur er íbygt í okkum, trongdin
og tráanin eftir st0rri sannkenning um okkum sjálv, okkara mentan, okkara samleika,
sum er tann veruliga grundin til at vita fáast við slíkt arbeiði? Samheitaorðabókin er
ein steinur, sum er lagdur í tann varða, sum saman við 0llum 0ðrum dygdarverkum
myndar tann f0royska samleikan.
Fari at enda við at ynskja Henningi og 0llum 0ðrum f0royingum hjartaliga
tillukku við teirri fyrstu f0roysku samheitaorðabókini.
Jógvan í Lon Jacobsen
F0royamálsdeildin
Fróðskaparsetur Fproya
V.U. Hammershaimbs gptu 16
FO-100 Tórshavn
jogvanlj@setur.fo
„Að lesa og skrifa list er góð
Lestrarbókin okkar, greinasafn um lestur og læsi. Ritnefnd: Heimir Pálsson rit-
stjóri, Ema Ámadóttir, Guðmundur B. Kristmundsson, Ingibjörg B. Frímanns-
dóttir. Rannsóknarstofiiun Kennaraháskóla Islands og íslenska lestrarfélagið.
Reykjavík 2000. 200 bls.
Lestrarbókin okkar er greinasafn um lestur og læsi sem gefið var út á vegum íslenska
lestrarfélagsins en það er hópur sem hefur það meginmarkmið að veita foreldmm og
uppalendum stuðning og fræðslu til að sinna lestri og málþroska íslenskra bama og
unglinga af alúð. Bókin er 200 blaðsíður að lengd og er einkum ætluð þeim sem sinna
uppeldi og kennslu bama og unglinga.