Búreisingur - 15.07.1902, Page 2

Búreisingur - 15.07.1902, Page 2
102 Stutt yvirlit yvir elektrisitetina. Táið talan er um guvukraftina, kann tað sigast, at her er vitskapurin so at siga komin á botn. Tað eru her ikki stórar vónir til at gera nýggj uppfinnilsi, sum kunnu um- skapa heimin. Annarleiðis er háttað, táið talan er um elek- trisitet; her er vitskapurin langtífrá komin at botni. Vit menniskjur liva sum í einum dali. har vit eru innigyrđ av tættari toku til allar síður; fátt er tað av skaparans verki, sum okkara sansir kunnu fata, einans einstokum monnum er tað givið, at teir til tíðir síggja tokuna lætta eitt sindur og har av koma til at kenna ta reinu gleði, sum elvist av at siggja nakað av skaparans verki heilskapað. Hesir einstoku er tað, vit kalla vísmenn — teir sum gera tey stóru uppdag- ilsini. Frá teimum. sum á okkara dðgum hava best greiði á elektrisitetarvitskapinum, ljóðar, at teir á mongum stoðum siggja tokuna lætta. Granskarnir tekkja, um enn kámt, sam- band og eining millum mangt, sum hegartil hevur tykst ólikt og spjatt. Ikki er gott frammanundan at siga. hvat ið tað, sum hin framvísi granskarin heldur seg tekkja, kann føra til. Men tað er óivað, at elektrisitetin ber í sær megi til at lata menniskjuna fáa vald á mongum, sum hon enn ikki hevur vald á, og til at avrika boðið um at gera sær heimin unđir- brotligan. b. Elektrisitetin er sum vitskapur ung á alđri, hóast longu hin griska fornsógan sigir frá, at menn á teirri tíð hava verið varir við eina natúrkraft, sum er hin sama. ið vit nevna elektrisitet. Hir. fyrsti maðurin, ið vit vita at nevna sum hann, ið hevur gjórt royndir við hesi sjaldsomu natúrkraft, er Thales úr Mileti (640 ár fyri Kristi føðing), ein av hinum so nevndu sjey grisku vísmonnunum. Hann greinir frá. at rav, táið tað verður gníggjað, fær megi til at draga at sær sovorðin lott ting sum hár og træðrir. Hetta var kunleiki teirra Grikkanna, hvat ið elektrisitetini viðvíkti. Og stórt mætari var kunleikin ikki nakrastaðni á sextandu old, táið hin ángilski vitskaps- maðurin William Gilbert (ý 1540), lækni Elisabetar drotn- ingar, førdi kunleikan við elektrisitetina eitt langt stig framm. Tað er frá honum, at navnið elektrisk kraft (ið seinri varð

x

Búreisingur

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.