Búreisingur - 15.07.1902, Page 3

Búreisingur - 15.07.1902, Page 3
Stutt yvirlit yvir elektrisitetina. 103 broytt til elektrisitet) er komið. tí at hann legði royndir teirra gomlu Grikkanna við rav til grunđarlag fyri sínum. (Rav nevnist á hinum gamla griska tungumálinum »elektron«). Hin fyrsta spurningin, ið nú kom framm fyri Gilbert, var, um ikki onnur ting enn rav kur.du fáa atdragandi megi við at verða gníggjað. Gilbert gjordi royndir og fekk harav at vita, at mong ting fáa atđragandi megi, táið tey verða gníggjað. Lakk og glas vístu seg at verða nógv elektrisk, táið tey vórðu gníggjað við ull; reiðuliga turt pappír kann verða elektriskt. táið tað verður gníggjað við hondini. Gilberts royndir eru so lættar at gera, at ein og hvor, sum hug hevur. kann gera tær. Lesarin biðist um at royna soleiðis: klipp eina ál av stívum pappíri o. u. 3 tummar langa og ‘/4 tumma breiða, lat hana vega um ein nálarodd, sum kann stingast upp ígjognum tundurtoppin í eini flosku; tak so okkurt sum nakað pappír, glas, lakk ella svávul, turka tað væl við ein heitan ovn, gníggja tað so og halt tað framm ímóti pappírsálini á nálarodđanum; tað vil so vísa seg, at hann dregist móti tí gníggjaða tinginum. Best ber til, táið tað tingið, sum gníggjast skal, er evnað til sum ein rund stong. Henda royndin sýnir okkum, at mong ting verða elektrisk og fáa harav megi til at draga onnur ting at sær, táið tey verða gniggjað. Tað eru tó eisini mong ting, sum vísa seg ikki at verða elektrisk, um tey verða gníggjað. So er t. d. háttað við ollum málmum og metalum. Gilbert býtti nú 611 ting í tveir partar: elektrisk ting og óelektrisk ting, eftirsum tey við at verða gníggjað vístu seg at blíva elektrisk ella ikki. Henda býting varð tó ikki herskandi leingi; tí tað hevur seinri víst seg, at 611 ting verða elektrisk við gnígging, men grundin til, at vit ikki verða var við elek- trisitetina í teimum tingum, sum Gilbert nevnir óelektrisk, er, at tey lata hana streyma burtur so skjótt sum hon kemur. Nú nevnast tey óelektrisku tingini — elektriskir leiðarar og tey elektrisku — elektriskir isolatorar.*) Teir næstu stóru framburðir elektrisitetini viðvikjandi gjordust av hinum víða gitna borgarameistaranum i Magdeburg *J At »isolera« ein er at útisteingja hann frá ollum umverandi. Tey rópast »elektriskir isolatorar«, tí elektrisitetin í teimum er »isolerað« o: ikki streymar út í tey umverandi tingini. 8*

x

Búreisingur

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.