Búreisingur - 15.07.1902, Page 7

Búreisingur - 15.07.1902, Page 7
Stutt yvirlit yvir elektrisitetina. 107 nakrar greinir í tí ángilska tíðskriftinum »Pnilosophical Trans- actions« avbókfrøðimanninum Robert Symmer. Hann greinir frá, at til grundarfyri greinunum liggja nakrarundarligarroyndir, hann hevur gjort. Symmer gekk, sum siður var millum manna av tí betra slagnum tá á dogum, í silkihosum; ein dagin, tað var kalt, var hann í tvinnum — svortum utan á hvítum; men táið hann um kvoldið dró tær svortu hosurnar av, hoyrdi hann eitt smábrakandi ljóð og legði við tað sama til merkis, at tað var sterkur burtrakstur millum tær svortu hosurnar, táið hann helt tær nær saman. Menn hovdu gjognum tíðirnar fingið í lag at gera sær góðar elektrisitetmaskinur eftir sama grundarlagi sum Otto von Guericke; men í staðin fyri gnígging við hondini vóru komnar gníggingarpútur, sum metalfjaðrar kundu spenna inn móti t. d. einum glasrennili, ið varð snúgvaður runt; eisini var uppfunnið eitt ílát til elektrisitet — hin sonevnda leydnar- floskan —. Hetta er ein vanlig glasfloska, sum utan og innan er klodd við metal — (helst tinpappíri) — uppá hálvar síðurnar; gjognum tóppin gongur ein metalstong; í neðra ber hon eina leinkju, sum liggur á botni í floskuni, og í erva endar hon við einari blankari metalkúlu. Táið hin blanka metalkúlan verður nortin við tað staðið á elektrisitetmaskinuni, hvar elektrisi- tetin kann streyma út, og hin ytri klædningurin á floskuni við einari metalleinkju er í samband við jorðina, so hevur floskan evni til at taka ímóti elektrisitet. Hesa elektrisitetina, sum i floskuna er fylt, kann ein fáa aftur i skapilsi av einum neista, táið hann nærlcar fingurin at metalkúluni. Soleingi elektrisitetin einans kundi vinnast framm við gnfgging, var hon fyri utan størri nýtuligan týdning, táið unđan verður tikin tann nytta, sum ámerikanarin Benjamin Franklin gjordi úr sínum kunleika við luftarelektrisitetina, í tf at hann uppfann snarljósleiðaran. Menn hovdu langar tíðir haft grunan um, at snarljósið var av sama slagi sum hin elektriski neistin; tað var jú so langt síðan, at Wall hevði gjort eina samanlíkning; men royndir í tann mátan vóru ongar gjordar. Tað var Benjamin Franklin, sum fyrstur gav ávísing til royndir viðvfkjandi luftarelektrisitetini, hóast hann ikki sjálvur gjordi tær fyrstur. Tað var fransk- maðurin D’ Alibrad, sum 10. maj 1752 eftir Franklins ávfsing

x

Búreisingur

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.