Búreisingur - 15.07.1902, Síða 11
Jó. 2,12—4,54.
111
Judarnir: Hetta tempulið er bygt í sex og fjoruti ár, og tú
vilt reisa tað á trimum dðgum? Men hann, hann segði tað 21.
um lekams síns tempul. Táið hann nú var uppreistur frá 22.
deyðum, komu lærisveinar hans til hugs um, at hann hevði
mælt hetta; og teir trúðu skriftini og tí orði, sum Jesus hevði
sagt.
b. Jesus í Jerusálem.
Men meðan hann nú var í Jerusálem um páskirnar á 23.
hogtiðini, trúðu mangir á navn hans, táið teir sóu tey tekn,
sum hann gjordi. Men Jesus sjálvur var teim mistrúgvin at 24.
geva seg teim í hendur, av tí at hann kendi allar, og honum 25.
ikki var torvur á, at nakar skyldi bera vitnisburð um mannin;
tí sjálvur kendi hann, hvat ið var i manninum.
Men har var ein maður av Farisearunum, navn hans 3. kapituL
var Nikodemus, ein hovuðsmaður millum Juđanna. Hesin sami 2.
kom til hansara á nátt og segði við hann: Rabbi, vit vita,
at tú ert ein lærari komin fráGudi; tí eingin kann gera hesu
somu tekn, sum tú gert, utan Gud er við honum. Jesus 3.
svaraði og segði við hann: sanniliga, sanniliga, sigi eg tær,
utan ein verður føddur av nýggjum, kann hann ikki síggja
Guds ríki. Nikodemus sigir við hann: hvussuleiðis kann ein 4.
maður føðast, táið hann er gamal? Hann kann tá ikki aðra
ferð fara inn i kviðið hjá móðir síni og berast í heim? Jesus 5.
svaraði: sanniliga, sanniliga, sigi eg tær, utan ein verður
gitin út av vatni og anda, kann hann ikki koma inn í himna
rikið. Hvat út av kjotinum er gitið, tað er kjot, og hvat út 6.
av andanum er gitið, tað er andi. Undrast ikki á, at eg segði 7.
við teg: tit mugu føðast av nýggjum. Vindurin blæsur hvar 8.
hann vil, og tú hoyrir brús hans, men ikki veitst tú, hvaðan
hann kemur, og hvar hann fer; soleiðis er tað við hvórjum
honum, ið út av andanum er gitin. Nikodemus svaraði og 9.
segði við hann: hvussuleiðis kann hetta ganga til? Jesus 10.
svaraði og segði við hann: tú ert lærari ísraels og hetta
kennir tú ikki? Sanniliga, sanniliga, sigi eg tær, hvat vit 11.
vita, tað tala vit. og hvat vit hava sæð, tað vitna vit, og
vitnisburð okkara taka tit ikki ímóti. Um tit ikki trúgva 12.
teim jarðisku lutum, sum eg havi sagt tykkum, hvussu skulu
tit tá trúgva, um eg sigi tykkum teir himmalsku? Og eingin 13.
er stigin upp til himmalsins utan hann, ið steig niður av him-
9*