Búreisingur - 15.07.1902, Qupperneq 14

Búreisingur - 15.07.1902, Qupperneq 14
Jó. 2,’2—4,54. 114 satt. Konan sigir við hann: Harri, eg síggi, at tú ert ein 20. profetur. Fedrar okkara tilbóðu á hesum fjallinum her; og tit siga. at i Jerusálem er staðurin, hvar menn eiga at tilbiðja. 21. Jesus sigir við hana: trúgv mær, kvinna, at tann stund kemur, táið tað hvórki er á hesum fjallinum her ella í Jerusálem. at 22. tit skuiu tilbiðja faðirin. Tit tilbiðja tað, ið tit ikkikenna; vit tilbiðja tað, ið vit kenna, tí sálarhjálpin kemur frá Juđunum. 23. Men tann stund kemur, ja, er nú, táið teir, ið tilbiðja uppá sannan máta, munu tilbiðja faðirin í anda og sanleika; tí faðirin søkir júst slíkar, ið tilbiðja hann uppá henda mátan. 24. Gud er andi, og teir, ið tilbiðja hann, skulu tilbiðja í anda 25. og sanleika. Konan sigir við hann: Eg veit, at tað kemur ein Messias (tað sigir: Kristus o: salvaður); táið hin sami 26. kemur, skal hann kungera okkum alt. Jesus sigir við hana: Tað eri eg, hann sum við teg talar. 27. Og i sama bili komu lærisveinar hans, og teir undraðust á. at hann talaði við eina kvinnu; tó segði eingin: hvat spyrt tú um, ella hvat talar tú við hana? 28. Konan setti nú eftir vatnker sítt og fór av stað inn í 29. bygđina, og hon sigir við bygdarfólkið: Komið higar og síggið ein mann, sum hevur sagt mær alt tað, ið eg havi gjórt; mann 30. hesin sami ikki er Kristus? Tey fóru úr bygdini og komu gangandi til hansara. 31. Tess ámillum bóðu hans lærisveinar hann og sogdu: 32. Rabbi, et! Men hann segði við teir: Eg havi føði at eta, sum 33. tit ikki kenna. Lærisveinarnir sogdu tá stnámillum: Har 34. mann tó ikki vera nakar, íð hevur borið honum at eta? Jesus sigir vió teir: Mín matur er at gera hans vilja, ið meg sendi, 35. og at fullkoma hans gerning. Siga tit ikki: enn eru fýra mánaðir, og so kemur akurskurðurin? Hygg, eg sigitykkum: Havið upp eygu tykkara og síggið akrarnar, at teir eru 36. hvítir til skurðar. Skurðarmaðurin fær eisini longu løn og samlar ávóxtir til ævigt lív, til tess at bæði sámaðurin og 37. skurðarmaðurin í felag skulu gleðast. Tí her er tað orðtakið 38. tað sanna: »ein sáar, ein annar sker«. £g havi sent tykkum út at skera, hvat tit ikki hava starvast við; aðrir hava átt starvið, og tit eru gingnir inn í starv teirra. 39. Men úr teirri somu bygdini vóru nógvir av Sámáritán- arunum, sum trúðu uppá hann fyri orði kvinnunnar, táið hon 40. vitnaði: hann hevur sagt mær alt, ið eg havi gjórt. Táið nú

x

Búreisingur

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.