Búreisingur - 15.07.1902, Page 15

Búreisingur - 15.07.1902, Page 15
Jó. 2,12—4,54. 115 Sámáritánarnir komu til hansara, bóðu teir hann úm at blíva verandi hjá teimum. Og hann var kvirrur har tveir dagar. 41. Og nógv fleiri komu til trúnna av orðum hans. Og við konuna 42. sógdu teir: tað er ikki longur fyri tína talu, vit trúgva; tí sjálvir hava vit hoyrt, og vit vita, at hesin sami er sanniliga frelsari heimsins. e. Jesus í Gálilea. Men táið hesir báðir dagarnir vóru umlidnir, fór hann burtur 43. haðan til Gálilea. Tíjesus vitnaði sjálvur, at ein profetur hevur 44. einki virði í sínum egna fosturlandi. Táið hann nú kom til 45. Gálilea, tóku Gálilearnir, ið hovdu sæð alt tað, ið hann hevði gjórt í Jerusálem á hógtíðini, ímóti honum; tí eisini teir vóru komnir til hógtiðina. Hann kom nú uppaftur til Kána í 46. Gálilea, har hann hevði gjórt vatnið til vín. Men har var í Kápernáum ein kongaligur embætismaður, sum hevði sjúkan son. Táið hann frætti, at Jesus var komin úr Judea til Gáli- 47. lea, fór hann av stað til hansara. og hann bað hann koma oman og geva syni sínum heilsubót; tí hann lá i anđaleypi. Jesus segði tá viðhann: utan tit síggja tekn og undurgerningar, 48. trúgva tit ikki. Embætismaðurin sigir við hann: Harri, kom 49. oman, áðrenn barn mítt doyr. Jesus sigir við hann: far tú 50. heim. Sonur tín livir. Maðurin trúði tí orði, ið Jesus segði við hann, og hann fór heim. Men longu meðan hann var á leiðini 51. omaneftir, møttu húskarlarnir honum og bóru honum boð, at drongur hansara livdi. Hann spurdi teir so um tann tíman, 52. á hvórjum hann hevði refsaðst. Teir sógdu tá við hann: ígjár um hin sjeynđa tíman slepti feburin honum. Tá skildi faðirin, 53. at tað var um tann tíman, á hvðrjum Jesus hevði sagt við han: sonur tín livir. Og hann sjálvur og alt hýski hans trúði. Hetta var hitt annað teknið. sum Jesus uppaftur gjðrdi, táið 54. hann var komin úr Judea til Gálilea. A. C. Evensen.

x

Búreisingur

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.