Búreisingur - 15.07.1902, Síða 17

Búreisingur - 15.07.1902, Síða 17
Goymslan í Havn. 117 í Føringatíðindi fyri 2i.juni 1894 finst ein grein, merkt J. Patursson. Og er har hetta at lesa: »Lítið er tað, ið mun ger, og vinnuvegir okkara eru hvorkin so breiðir ella so mangir, at ikki okkum alvæl nýtast seyðaræsurnar aftur at. Alt, ið hevur verið mælt um tað, so tykist tað einki at bata: Fólk letur enn burtur til útlendingar, hvat sum helst tey eiga av gomlum í húsunum. Tað er harmiligt, at hesir dýrmettu gripir, sum forn- fedrar oklcara goymdu sum eygnasteinin, skulu vera so lítið ílagdir.« Og sigir hann meiri, at hovdu teir, sum uppi í Før- oyum nú og tá leita eftir gomlum, »hugsað um føroyska upplýsing og mennings so »hovdu teir givið hetta, ið teir samla, til eina goymslu (samling) í Havn«, meðan tað, sum nú gongur, verður drigið út av landinum. Og víðari: »Vit duga ikki á at skyna, hvat hesu gomlu arbeiðir í træ, í málmi, í klædningi hava at týða fyri eina »industri« (sloyd), sum kundi komið til at yngst upp aftur her. í oðrum londum hevur fólk nógvan vinning av at gera bæði hetta og hatta eftir arbeiðunum hjá teimum gomlu bæði í vevnaði, í smíðing av silvuri og gulli, í træskering o. s. fr. Ikki ein og hvor kann sjálvur eiga gamalt at gera eftir, men so hava ríkiskassarnir givið peningar út til at keypa fyri allar nýtuligar gamlar lutir, sum goymast skulu í einum húsi (»museum«), hvar ein og hvor kann koma, sum vil, at hyggja at. Tað er tvorligt fyri Jútlands menn at koma inn til Keypmannahavnar at hyggja at forngripagoymsluni har, tí hava teir eisini slíkar goymslur á Jútlandi; er tað tá ikki nakað tvórligari fyri okkum at fara ta longu leið yvir havið fyri at finna gamalt úr Føroyum at gera eftir? — I Føroyum eigir tí goymslan hjá Føroyingum at standa. Ofta er her um vetrartíðir ov lítið at gera. Tá kundi ein forngripagoymsla gjort mun. Mangur maður kundi av at sæð gripirnar í henni lært at tænt sær ein fittan skilling um vetrarkvoldini, hvar annars so mong lótan fer til spillis. Og umframt hetta vildi tað verið býtligt at tikið fyri, um ikki fleiri her sum aðrastaðni kundu beinan vegin haft 10

x

Búreisingur

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.