Búreisingur - 15.07.1902, Qupperneq 27

Búreisingur - 15.07.1902, Qupperneq 27
Goymslan í Havn. 127 føroysku lutum, ið av og á daga framm har niðri í Danmork, um vit soleiðis kundu fingið aftur ein lítlan part av tí, sum drigið er úr landinum. At hetta síðst nevnda er nakað, ið okkum tarvast, skal eg vísa. Tað hendir ofta, at avktión verður hildin yvir samlingar, ið stakmenn hava samlað og í slikum samlingum er stundum okkurt úr Føroyum. Fyri tveimum árum síðan varð hildin avktión yvir eina myntsaml- ing. har ein peningaseðil var, sum var skrivaður í Føroyum (í Flavn) ár 1804. Eg bjóðaði uppá hann, men táið eg var komin upp í 10 kr., orkaði eg ikki meiri, og eg fekk ongan scðil. I fjor á eini avktión seldist ein avskila vokur altar- kanna av silvuri, ið Nólsoyarkirkja á sinni hevði átt, og ein føroyskur kistil (um meg minnist rætt). Ein føroysk genta í Keypmannahavn bjóðaði uppá altarkannuna, men táið hon var komin upp i 30 kr. (minnist meg rætt), noyddist hon at sleppa henni; og hin luturin fór sama vegin. Hovdu vit tá átt ein »agent« har niðri, sum hevði rætt til at bjóða so hogt vera skulđi, so hevði goymslan i Havn nú átt hesar lutirnar. »Æra faðir og móðir« ljóðaði motto hjá honum, ið fyrstur fostraði tankan um eina føroyska forngripagoymslu. Og at tað prýðir okkum, væl at røkja tey minni, vit eiga frá okkara fornfedrum. og at henda røktin vil knýta okkum meiri saman í samfolilsi fyri landi og fólki okkara, tað trúgvi eg. A sama hátt, at goymslan vil geva okkum eitt sindur av »tjóðskapseyðkenni«. Kunnugleika og gagnliga upplýsing vil goymslan veita okkum, og tess meiri, á tess breiðari grund hon er bygd. Og eg leggi aftrat: Goymslan er ogn landsins; ein stór og prýðilig goymsla kann blíva ein góð ogn; skulu vit læra Føringar at elska land okkara, so mugu vit gera landið vert at elska; tí ber hvor tann, ið eftir lítlum førumuni roynir at gera landsins ognir ríkari, sín lítla stein til ta kær- leiksgrundina, vit skulu laða okkara lands komanđi dagar upp á. Tað gevi so Gud Harrin aftrat, at vit mugu læra at elska land og fólk við reinum kærleika. í Todnesi Siftusoku 1Q02. A. C. Evensen.

x

Búreisingur

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.