Búreisingur - 15.07.1902, Page 29
Reða.
I2Q
útnesi. Einar tvær, tríggjar ferðir á ári komu hanđilsskip til
Føroya og tað einans til Havnar; nú frætta vit úr útlondum
ofta tvær, tríggjar ferðir um mánaðan. Einans lekjari var tá
i Havnini. nú eru fimm í ollum Føroyum, og vit halda tað tó
enn vera ov lítið. Tá var ein skúli i Havn, men nú eru skúlar
um alt landið. Tá áttu Føroyingar ikki eitt einasta skip,
men nú eiga teir tey nærum í hundraðtali. Ella húsabygn-
ingin fyrr og nú, hvussu stórur er har ikki munurin. Tað
vóru bygđir, sum fyri ioo árum stðan ikki áttu ein einasta
glasrút, lika so lítið sum nakað trægólv.
Atti ein fátækur maður fleiri synir, kom sýslumaðurin
og setti teir út til húskarl hjá bøndrunum; tað hjálpti lítið
hjá tí fátæka, sum við neyð og deyð hevði uppfostrað teir,
at sýta; teir blivu tvingaðir. Vildi ein fátækur đrongur og
ein fátæk genta giftast, nei stop! -- kundu tey ikki eiga ella
fáa til brúks eina hálva mork í jorð. so varð giftan teimum sýtt.
Soleiðis vóru viðurskiftini her á landi í tí tíðini, ikki
mætari, heldur verri enn her í stuttum orðum [er greitt frá.
Vit, sum nú liva, munna stórliga undrast yvir, hvussu tey
kundu stríða ta tíðina út, so at tey ikki heilt skuldu falla í
fátt. Nakað máttu tey eiga inni i sær sjálvum, í sínum egna
barmi og brósti, sum í tí myrku tíðini kundi styrkja tey í
hesum tunga stríði. Ja, hvat mundi tað so vera? Tað var
ivaleyst religiónin o: Gudstrúgvin og — felagsandin (eg vil
ikki siga tað tjóðskapliga i tann ineining, sum tað nú verður
brúkað).
Hóast Føringar ongan skúlalærdóm hovdu notið, so
dugđu teir flestir at lesa innanat, og utanat kundu teir ein
heilan hóp av sálmum og gomlum kvæðum og sognum. Tað
var teirra andaliga føði, og tað uppihelt teirra andaliga lívi,
og tað so mikið meiri. sum »rationalisman« aldrin til munar
vann inn í Føroyum, hvat vit munnu takka gamla Brokmanni
og Kingo fyri; tí Føringar virdu bøkur teirra hogt, og hvat
í teimum stóð, tað trúðu teir — sum vit plaga at taka til —
sum amen í kirkjuni.
Tað kundi ikki umberast, at lienda áður nevnda tunga
og myrka tíðin mátti seta sítt ljóta merki á Føroyafólk, eitt
merki, sum tí verri ei bleiv so prýðiligt, og sum eg ikki her
vil nevna við navni. Men tað eru fleiri góðir Føringar, sum
hava lagt sær eina við at fáa vaskað hetta merki burtur av