Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 57
63
Lámih dhearr í føroy.-ikurn máli
rót. Hann nevnir her eisini orknoyska orðið lomo, sí seinni.
Torp (NEO: Lom m 3), sum av rættum hevur víst á, at
norskt lom m. er annað orð enn lámr m., heldur hjaltlendska
orðið vera tað sama sum tað norska. Eg dugi i'kki at síggja
hví, og tað er neyvan rætt. Hitt langa sjálvljóðið vísir tað,
og ikki minni merkingin. — Endingin í hjaltlendska orði-
num er sjálvsagt lágskotsk. Hvønn form, orðið hevði í forn-
hjaltlendskum, og serliga hvat kyn, sigst einki um.
Sama er við orknoyska orðinum. Hóast endingin er -o,
sum ofta er við teimum veiíku kvennkynsorðunum har, er
hetta einki at fara eftir, tí ikki er sjáldsamt at finna orð
við -o, sum í fornmálinum vóru kallkyns- ella hvørkikyns-
orð, sí t. d. hjá Marwick: kleppo (kleppr m.).
geyro (geiri m.). herto (hjarta n.). í Hjaltlandsorðahókini
er orðið skrivað og týtt so: »lomo, hánd, lab«, og hjá Mar-
wick so: »lawmo, the hand; used jestingly of huge hands;
also more generally in a semi-humorous way of any hand:
e. g.: Lemme warm me puir cald lawmos«. Sum Marwitík
vísir á, er orðið sama sum lámr m., hóast upprunaliga end-
ingin og kynið, sum vit hava nevnt, eru ivasom.
I foroyskum er eingin ivi um form og kyn. Har eitur
orðið lámur m. [láamor]. J. C. Svabo ((1746—1824) festi
tað á blað í 1773, og tað er ti'l í ollum handritunum av orða-
bók hansara. Hann skrivar tað — sum væntandi var eftir
hansara stavingarlag — Laamur s. m., og týðir tað »Fod,
Lahbe, pes anterior animalis« (eitt handritið, S2, hevur
ikki »anterior«, eitt annað, S6, hevur sum vant, onga lat-
ínska týðing). Tað, sum her er endurtikið, er úr teimum
handritunum, ið skrivað eru fyri ár 1800; tá havaSvabo og
Nicolai Mohr (hesin seinni, ið doyði ár 1790, hevur sum
kunnigt skrivað eitt av orðabókarhandritunum) ikki kent
aðra merking enn »'framlahbi (framfótur) á dýri«. Sein-
asta handritið, S1, sum Svabo skrivaði heima í Foroyum
(hann kom heim aftur ár 1800), hevur týðingina »Katte-
Lalle, pes felis anterior«. Ongastaðni er her skilað til, at
lámur er vinstri labbi, síggja vit. — Næsti maður, ið skrivar