Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 60
66
Lámlh chearr í íøroy.'Lum máJi
veriki (bls. 63) er nevnt eitt orð, sum konir menn nú ikki
ivast í er keltiskt. Har stendur so: »Snorra ord umm Óðinn:
oc gaf fyeim Bjanac ())at byder Blessan, og er Skottskt ord,
dregit af Benedictio)«.
Sveinbjórn Egilsson: Lexicon Poeticum (1854—60)
sigur orð okkara vera írskt, og sama er við Cleasby-Vig-
fússon: An Icelandic-English Dictionary (1869—74). Men
Sophus Bugge, sum hevur orðið til umrøðu í »Aarbøger for
nord. 01dkyndighed« (1875, bl. 228—29), heldur ikki so;
hann finnur skyldskap við norsku orðini lóm m. »lab«, og
handlóm »hándflade«. Tað, sum Bugge her skrivar, gjørdi
so mikið. at norrøuir málfrøðingar, her í Norðurlondum í
hvussu er, ikki longur hildu orðið lámr m. vera av keltiskum
uppruna. Men Alf Torp, sum viðvíkjandi lánorðum úr kelt-
is'kum leitaði ráð hjá Carl J. S. Marstrander, vísti so á
(NEO, 1915—19), at fyrra orðið, sum Bugge nevnir úr
norskum, er annað orð enn ok'kara lámr. Hann sigur (sí
Lom m 3), at fóroyskt lámwr m. er sama orðið sum forn-
íslendska lámr m., og at tað er komið inn úr írskum; men
hjaltlendska orðið lomek heldur hann vera tað sama sum
tað norska orðið. Hetta er, sum nevnt, neyvan rætt; bæði
hitt hjaltlendska orðið, og orknoyskt lomo (lawmo) eru
eftir øllum líkindum tey somu sum hitt íslendska og før-
oyska. Orðið er eitt vesturhavsorð. (»Handlóm«, sum
Bugge nevnir, fær neyvan verið annað enn ein formur
ávirkaður av norska orðinum handlove, sbr. ísl. lófi, før.
lógvi).
Vit steðga nú á eittt sindur til at líta at orðinum lumma f.,
sum flestallar uppskriftir av Fljótsdølu seta inn í staðin
fyri hitt óivað upprunaliga lámr m. Hetta er orð, sum sýnist
at hava verið heldur víðgongt í norðanmálum; farvegurin
sæst eftir tí í nútíðarmáli í íslandi, Føroyum, Noregi og
Svøríki. Tað er til í flestum íslendskum orðabókum. Guð-
mundur Andrósson (Lexicon Isilandicum, 1683) veit hetta at
siga frá tí: »Lumma / Manus concava, extensa, item funda.
At leggja nidr lummurnarfManus passas terre applicare