Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 86
92
Um illvokatur
royndarverðir, sum hann, ið hetta skrivar, einki veit um.
Talið 16 er tí moguliga ov lágt.
Ein av teim krabbavakstrarsjúku, sum hevði achyli hevði
pínu av svongd um náttina; vanl. kom tað á hann o. u.
kl. 4 um morgunin. Sjúkl. hevði breyð hjá sær við seingina
um náttina, og nakrir munnbitar linnaðu.
Ein maður, foddur í 1846, fekk í 1920 tarmalop í hogru
lærkrepping. Tað kom tó bert av og á fram, men rubbadist
í febr. 1921. Rubbingin varð loyst við skurði. Men nýggj-
ársleitið 1922 fyrstu ferð pínu í búkinum. Leitaði til lækna
í juni s. á., tá var longu knykil fyri flágbróstinum, so
milkil, at hann ikendist. Doyði av Ikrabbavdkstri í maganum í
febr. 1923, 77 ára g'l., Iknappliga 3 ár eftir, at tarmalopið
hevði sýnt seg fyrstu ferð og 1 ár eftir, at fyrstu sjúkdóms-
eyðkenni í maganum hovdu gjort vart við seg. Tarma-
lopið hevur kanska verið hitt fyrsta tekin til krabbavokstur
í maganum.
Ikki heilt fáir sjúklingar — sekstan — hovdu ligið á
sjúkrahúsi. Hjá átta av hesum var stoðan frá fyrstan tíð
heilt vónleys. Átta aðrir vóru skornir. Fýra av teimum
hovdu umframt knykil eisini nógvan frávokstur — tí einki
at gera. Tríggir aðrir av hesum átta — teir hovdu eisini
knyklar — fingu linnandi skurðir, men til lítið gagn. Ein
80 ára gl. maður varð viðgjordur við resectio ventriculi
a. m. Polya c. gastroenteros'tomia retrocolica post. og kom
av sjúkrahúsinum rættiliga skjótt. Hann hevði hvorki eitla-
trota el. sjónligan frávokstur í livrini og livdi væl og kendi
sær einki mein í nærum 1 ár, doyði so heldur brádliga av
frávokstri.
Nakað lítið av holdi varð tikið úr frávokstrinum hjá
hesum trimum nevndu sjúklingum til sjóneykurannsóknar.
Sjúkuavgerðin hjá ollum trimum sjúklingunum var adeno-
carcinom. Tað, sum burtur varð tikið úr 80 ára gl. manni-
num, varð kannað á sama hátt: Polypus adenomatosis mal-
ign., adenocarcinoma.
Tikið undir einum vísir krabbavokstur i maganum í 32