Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 139
FirvaWar í Foroyuin
145
Har hdv. hevur verið og leitað eftir hesum húsvætti, t. d.
suðuri í Vági, í Saksun og á Eiði, er tað altíð funnið í teim
kjallarum, har fjoður er goymd í posum og oðrum ílotum.
í ár varð fyrsta imago funnið longu 25. apríl í eini papp-
eskju (við fjaðrum) í læknahúsunum á Eiði.
Húsvættið er ikki svart, men tað tykist vera so, tá tað
si'tur við teim dimmu veingjum trýstum fast inn at kropp-
inum eins og ein tekja við monu á. Besta eyðkennið er ein
lítil rundur Mettur, sum situr innarlaga á miðokinum. Hesin
Mettur kallast glarbletturin, tí eingi flius eru har, so ljósið
sær ígjdgnum. Nr. 55 sýnir ein krypil. Sera ymiskt til stodd-
ar við vl. 0,6—1,0 cm.
Ormveran livir í fjoður, og reivveran er funnin liggjandi í
sama evni uttan hýllki ella spuna. Schiltze11 sigur, mest
uttanhýsis í burtuiikastaðum ullintum ploggum, fuglareiðr-
um, eisini í kjallarum »in alten Dedken u. Teppiohen«.
011 3 húsvættini, brúna, gráa og svarta, eru funnin í somu
pappeskju við fjaðrum í læknahúsunum á Eiði.
II. FIRVALDATAL AFTANÁ 1926
Tey nýggju slog, ið funnin eru, síðan Zoology of the
Faroes kom út, eru:
NYMPHALIDAE:
33. Vanessa io L.
34. Vanessa urticae L.
SPHINGIDAE:
35. Acherontia atropos L.
36. Herse convolvuli L.
NOCTUIDAE:
37. Rhyacia ypsilon Rott.
38. Trigonophora meticulosa L.
39. Caradrina clavipalpis Scop.