Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 63
Lámlh (íhearr í føroyskum máli
69
cadláamor eitur ella æt tað vanliga, men eisini eitt snið
catlaamor er til nú. Seinna lið er einki at meta um, hann
er orðið lámur [láamor] m., men fyrri liður er torgreiddur
— at vísa seg.
Orðið cadláamor er helst uppskrivað á fyrsta sinni í
1781 ella 1782, <tí tað er ikki til í elstu handritunum (frá
1773 og har um leið) av orðabókini hjá J. C. Svabo, men
í tí, sum vanliga er nevnt M (Ny kgl. Saml. 1287. fol.),
og sum Nicolai Mohr (1742—90) hevur skrivað. Hetta
handritið inniheldur, halda vit, tað orðatilfarið, sum Svabo
skrivaði upp á síni tiltiknu Foroyaferð 1781—82. í hand-
ritinum S1 (AM 971, 4to), sum Svabo skrivaði í Føroyum
aftan á heimkomu sína ár 1800, er tað eisini, og orða-
lióðið er í báðum stóðum at kalla tað sama: »Kjadlaamur
s. m. venstre Haanđ, sinistra manus. it. en kejthændet, cujus
sinistra ad omne opus præ dextra aptior (latínska týðingin
í M: sinistra utens manu præ dextra)«. Her fær, sum vit
síggja, eingin ivi verið um tað, at orðið, surn Svabo og
Mohr ikendu, var sagt cadláamor. — Sum longu er nevnt,
verður orðið nú í støðum sagt catláamor, og beinast man
vera her at siga nøkur orð um henda formin. í summum
føroyskum orðum, har seinni samansetingarliðurin byrjar
við »l«-i, skiftist við hvørt tann regluligi framburðurin »dl«
í »tl«, t. d. eru orðini Ijódliga (Svabo: ljódli'a; íisl. hljóð-
liga) og gjølliga (Svabo: gjðdli'a; ísl. gjðrliga) stundum
søgd »ljótlia«, »gjótlia«; somuleiðis verður gamalt svarð-
loysi n. nú vanliga sagt svartloysi. Hetta, sum her er nevnt,
fær soleiðis væl greitt okkum formin catláamor; hann er
yngri snið enn formurin við »dl«. — Elstu upskrift av
orðinum cadláamor aftan á Svabo finna vit í søvnunum
hjá Dr. Jakob Jakohsen, men tíverri er henda uppskriftin,
sum er úr Suðuroy, heldur ófullkomin. Har stendur so-
leiðis uppmerkt: »kjadl\ám] (!): pá den venstre, kejtede
hándjuppá kjadla ? (Bokkurin)«. Rættiliga skil á, hvat ið
»Bøkkurin« (maður úr Porkeri) segði, fáa vit ikki her,
men av eini uppskrift, sum eg sjálvur havi gjørt eftir Jóhan