Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 69
Lámih uhearr í føroyiskum máli
75
Áðrenn vit roða meira um høvuðsevni okkara, skal eg
nevna, at lágskotskt og einstakar dialektir suður í Ong-
landi hava fingið lýsingarorðið car (eisini skr.: cair, ker)
»left, left-handed; sinister, fatal« úr geliskum cearr (sí:
Joseph Wright, The English Dialect Dictionary). Sum vit
síggja, er merkingin »vinstri, vinstr-hentur«, og tann týdn-
ingurin man hava borið orðið inn í lágskotskar og enskar
dialektir. Men tvíliðað lán, sum tað føroyska, er, tað eg dugi
at síggja, ikki til har. Skotsk-enskt hevði ikki sum føroyskt
lænt orðið fyri »hond« frammanundan.
Sum longu er nevnt, má fornføroyskt hava fingið lám
cerr (nú: lámh chearr) inn í forminum kiarr-lámr, t. e.:
lýsingarorðið, sum f geliskum stendur aftan fyri navn-
orðið, er — eftir vanligum norrønum siði í samansetingum
— sett á ođda. Sniðið kiarr-lámr er seinni vorðið kjarlámur,
og eftir vanligum føroyskum ljóðreglum er so »rl« vorðið
»dl«, eins og t. d. Er-lendr verður ædlindor, gjórla Jódla,
karl kadl. Á henda hátt fekk føroyskt framburðin cadláamor.
Merkingin á orðinum cadláamor, sum vit eftir vanligum
rættskrivingarreglum helst eiga at skriva kjallámur, er so-
leiðis av fyrstu tíð bert »vinstra hond«; merkingin »vinstr-
hent fólk« er komin afturat seinni. Men hví verður so orðið
lámur, sum av fyrstu tíð ikki merkti annað enn »hond«, í
føroyskum eisini (og me&t) »labbi«, hví er tað alt meira nýtt
um »vinstru hond«? Eg dugi ikki annað at síggja, enn at
lámur í hesi merkingini, sum helst ikki er so gomul, er
stytting fyri hitt fulla heitið kjallámur.
Hví hava Føroyingar tikið heitið á vinstru hond úr óðrum
máli? Hetta havi eg hugsað nógv um, men havi onga rætta
grund funnið. Nú hevur harra W. B. Lockwoođ víst mær
á eitt verk, sum nevnir dømi av sama slag úr øðrum lond-
um. Verkið er Wilhelm Havers: Neuere Literatur zum
Sprachtabu (Wien 1946). Á bls. 131 er sagt frá (og ví&t
á bókmentir um evnið), at orð, ið merkja »vinstri«, við
hvørteru tikin úr øðrum málum; t. d. er franskt gauche (er
til longu í 14. øld) upprunaliga týskt orð, spanskt izquierdo