Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 59
Lámh ohearr í føroyskum máli
65
lámr m. Tað sæst av tí, at hann setir tað ímillum orðini, sum
byrja við La- (og ik'ki tey við Laa-), so hann heldur »a«
(og ikki »á«) vera rætta sjálvljóðið. Sjálvur vísir hann
eisini á uppskrift sína av Snorra Eddu, og tað er skilligt,
at hann hevur orðið úr teiri tuluni, sum vit hava endur-
prentað áður. í hesi somu uppsíkrift (AM 429 fol., bls.
281) sigur hann seg vera ókønan í írskum (»plane rudem
esse hospitem i'llius lingvæ«), men at hann hevur »a cen-
turione qvodam istius lingvæ perito« lært ymis'k írsk orð
(eitt nú fearann »terra«, sum hann ber saman við fjorn,
t. e. fjorn1); »Kjanni m., oaput,... Irlandis est ceand; sed
scribitur etiam ceann«, o. s. 'fr.). Um írska orðið »Lambh«
hevur hann fyrst skrivað her: »forte inde plebeia vocula
Lumma, idem denotans«, men seinni lagt afturat »vel potius
lamr«. í rúnavenkinum (Runologia, 1752,=AM 414 fol.)
hevur hann (bls. 83)2) stubba »Um Iranna fyrstu Book
stafe«, og har verður, hálda vit okkum síggja, sagt, hvør
tann centurio var, sum lærdi hann tey írsku orðini: »Umm
Iranna fyrsta Letuns 1 laatt, vál Eg hier um ledð geta ad
eins : at irskur Officere nockur, ad nafni Olmurian, sem var
i Keysarans {nenustu hier umm 1730 og fiell i orrostu
skómmu sydar, skrifade til Kaupenhafnar jieim Hálærda
Manne (og Mynum Sáliga góda Patron) Conferentz Raad
Hans Gram. Eg las Jrad Bref med Olmurians egen hende
i latinu hia velnefndum Gram. ]aar i ((medal annars) synde
hann Iranna allra fyrsta Leturs Haatt ... « — Annars skal
eg leggja afturat, hóast tað er uppaftur longri burturi frá
evninum, enn mangt av tí, eg her havi borið fram, at í sama
9 Her er »o« prentað fyri »o« við króki undir.
2) Aftan á at greinin var sett, havi eg funnið brævið, sum J. Ó. sipar
til. Tað er á Kgl. Bókasavni (Gl. kgl. Saml. Fol. 1101), skrivað i Wien
(»Viennæ in Austria bissextá Kalendas Martij an. 1736. St. N.«), og
skrivarin æt Th. Omulrian (navnið misskr. hjá J. Ó.) og var »natione Hi-
bernus ac in exercitu Cæsareo Tribunus.« Frá honum hevur J. Ó. ikki
fingið sín írska kunnleika. Brævið er um írsk handrit, sum Omulrian hevur
lisið í einihvørji bók úr 17. øld vóru komin til Keypmannahavnar. Tveir
lepar liggja hjá, annar roknar upp bøkur (á latíni) um írsk evni, hin
sýnir gamla írska skrift, eisini ogam-skrift.