Fróðskaparrit - 01.01.1954, Page 83
Um illvokstur
89
3. TALVA c? $ đ 9
25-34 1 (0 1) 65-74 10 ( 3 7)
35—44 3 (2 1) 75-84 16 ( 7 9)
45-54 4 (2 2) 85-94 4 ( 1 3)
55-64 7 (3 4) Tils. 45 (18 27)
Meðan at kalla eins nógv mannfólk og konufólk (49
ímóti 52) doyðu av 'illvokstri, a!lt tiikið undir einum (2.
talva), doyðu nógv íleiri íkonufólk enn mannfólík av krabba-
vokstri í maganum (27 ímóti 18). Hetta víkir uttan iva
frá tí vanliga. Mannfólkið man annars helst altíð vera í
meiriluta. So er eisini í Danmark. Har vinna mannfólkini,
og tað gera tey á ollum aldursstigum, undantikin tey allra
elstu, har eru fleiri konufólk enn mannfólk við krabba-
vókstri í maganum. í tíggju ára isikeiðunum 1921—30 og
1931—40 var mannfólkið í meiriluta til 75 ára aldur, síðan
fleiri konufólk. í næsta tíggju ára s'keiðj aftur (1941
—50) helt manfólkið meirilutanum longur, heilt til full
84 ár. Ikki fyrr enn nú hava vit fleiri konufólk deyð av
krabbavokstri í maganum enn mannfólk.
Hesi merkisverdu viðurskifti (nógv fleiri konufólk enn
mannfólk við krabbavokstri í maganum í Eiðis læknadomi),
verða enn meira eyðsýn, tá i vit minnast til, at í Foroyum
eru fleiri mannfólk enn konufólk. Afturímóti eru í Danmórk
eitt sindur fleiri konufólk enn mannfólk. Sundurskiftingin
av báðum kynjum í ymissar aldursflokkar er yvirhóvur hin
sama í báðum londum. Vit hava so bæði í Fóroyum og í
Danmórk meiriluta av mannfólki á yngstu og ungum árum,
men av teim gomlu og elstu eru fleiri konufólk enn mann-
fólk.
Við fólkateljingina í Fóroyum 5. nov.1930 vóru 12142
mannfólk og 12058 konufólk. Undir 20 ára aldri vóru
fleiri mannfólk. Síðan, á óllum hægri aldursstigum, vóru