Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 90
96
Um iLlvoks,tur
húsum, men í somu bygd. Hin yngri doyði 9 ár undan tí
eldra. — Hjá einum av hesum trimum, 46 ára manninum,
hava vit sjóneykusjúkdómsavgerðina, hon var adenocar-
cinom.
Cancer vesicæ felleæ.
2 menn doyðu av krabbavólkstri í gallinum. Hin eldri
hevði í nov. 1935 havt eitt ringt kast av galllsteini við gulu-
sótt, kendi seg síðan púra frískan til febr. 1938. Tá fekk
hann gulusótt uttan pínu. Lagdur inn á sjúkrahús. Her
varð gjórdur rannsóknarskurður og funnin varð krabba-
vókstur í gallinum við frávókstri í livrini. Gallið var so
hart, at ikki kundi gerast av, um steinur var í ella ikki.
Sjúkl. doyði í apríl s. á. 58 ára gl.
Hin maðurin varð í nov. 1927 skorin fyri gallstein; yvir
hundrað vórðu tiknir burtur. — Paratyfus í okt.—nov.
1945. Gjórdist smittuberi. Lagdur inn á sjúkrahús í jan.
1948 til at fáa gallið tikið hurtur við tí vón at sleppa frá
paratyfusbacilluni. Tá ið skorið varð, varð aftur funnin
gallssteinur og harafturat — heilt óvæntað — krabba-
vðkstur í gallinum við frávókstri í livrini. Doyði sama ár
í mai 51 ára gl.
Her eru 2 menn við krabbavókstri, sum kom frá galli-
num, ið ilklki var, sum tað átd: í óðrum gallinum var etlla
hevði verið gallssteinur. Gallið hjá hinum var aðru ferð
fullt av steinum og hevði eftir óllum líkindum hý;st para-
tyfusbacilLum í yvir 2 ár. Hjá o. u. 90 % av tilburðum við
krabbavðlkstri í gallinum er eisini gallssteinur Oberling’’).
Leitch legði brot av gaiLssteinum inn í gallið á svíni og elvdi
við tí krabbavólkstur FibigeC').
Cancer mammæ.
í 32 ára skeiðinum, sum her er talan um, fingu, sum
1. talva vísir, 19 ikonufóllk illvoks'tur í bróstið t. e. um leið